Broytingar í lógini um vinnuligan fiksiskap eru komnar á landsstýrisborð og verða bornar niðan í Løgtingið í hesi setuni, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Nú skal ruddast upp í fiskidagaskipanini.
Millum málini, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður legði fyri landsstýrisfundin týsdagin, vóru broytingar í samband við avhending og smanlegging av fiskidøgum.
Her var serligt atlit tikið til bólkarnar trý og fýra, sum eru línuskip yvir 110 tons og útróðarbátar millum 15 og 110 tons.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ásannar, at tað gongur í so skjótt við at flyta útróðrardagar yvir á línuskipini. Hann heldur tað ikki vera serliga heppið, um tað endar við, at útróðrarflotin minkar munandi, ella í ringasta lagi hvørvur.
Upprunaliga ætlanin við bólkabýtinum var ongantíð, at pengar skuldu gera av, hvørjir bólkar skuldu yvirliva, og hvørjir ikki, sigur hann. Og hann er ikki áhugaður i, at tað skal enda sum eitt nú í Íslandi, har alt størri partur av útróðrarflotanum verður burtur, og stóru reiðaríini yvirtaka øll loyvini.
Bjørn Kalsø sigur, at semja var á landsstýrisfundinum um, at málið eigur at verða lagt fyri løgtingið, so tað kann avgreiðast í hesi tingsetuni. Hann sigur, at hann serliga vil hava steðgað umsetiligheitini, meðan arbeitt verður við eini veruligari upprudding í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Aðrir partar av lógini um vinnuligan fiskiskap vóru eisini í uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Eitt nú um landingar uttanlands.
Sum er kunnu skip, sum ikki koma undir fiskidagaskipanina, landa har, tey hava hug. Men skipini undir fiksidagaskipanini hava álagdar bindingar, sum gera, at tey bara kunnu landa part av síni veiðu uttanlands.
Hetta vil landsstýrismaðurin nú broyta soleiðis, at øll koma undir somu treytir viðvíkjandi landingum uttanlands.
Eisini hevur landsstýrismaðurin við í sínum pakka hesaferð onkra kunngerð um gýtingarfriðingar á Bankanum, sigur hann.
Bjørn Kalsø ætlar at fáa hesi málini avgreidd sum skjótast, sigur hann. Freistin at leggja mál fyri Løgtingið er nú í mars, og síðan skal viðgerð til. Hann roknar tó við, at hesi málini verða avgreidd, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí einaferð umleið 1. mei ella so.