Í gjárkvøldið vórðu uppruddingarátøk sett í verk inni á Skálafjørðinum og í Tangafirði/Sundinum. Eisini eru bátar á staðnum, har vrakið av russiska trolaranum Olshana liggur. Um 17-tíðina í gjár var tyrlan hjá donsku sjóverjuni saman við umboðum fyri umhvørvis- og tilbúgvingarmyndugleikan á flogi fyri at fáa yvirlit yvir, hvussu langt oljan, ið var likin úr russiska trolaranum, var farin. Staðfestast kundi, at oljan var rikin norður til Morskranes, suður móti Raktanga og út fyri Nes. Ongin olja var at síggja inni í Kaldbaksfirði, men ein froði sást undir Kaldbaksnesi. Seinni komu fráboðanir um, at olja rak inn á Skálafjørðin og longur norður í Sundalagið.
Um 22-tíðina í gjárkvøldið varð Skálafjørðurin sperraður av frá Nyki Toftamegin og yvir á strandalandið við oljuverjum. Arbeiðið er byrjað at taka olju upp sunnanfyri sperringina. Tað er Skálafjarðar sløkkilið, ið hevur leiðsluna av átakinum og hava teir fingið útgerð og manning frá Tórshavnar, Fuglafjarðar og Klaksvíkar sløkkiliðum.
Tíðliga í morgun fer Tjaldrið saman við Thor at leggja havgangandi oljuverjur í Tangafirði/Sundalagnum, fyri at avmarka og basa oljudálkingini.
Sambært upplýsingum frá maskinstjóranum á Olshana, eru 30 tons av gassolju og 9 tons av smyrjiolju likin á sjógv, tí hol var á hesum trimum tangunum.
Serfrøðingar hava mett, at umleið 70 % av gassoljuni mest sannlíkt guvar burtur innan eitt samdøgur, meðan restin verður niðurniðurbrotin í sjónum.
Bátar hava síðani í gjár ligið á leiðini, har skipið sakk, fyri at innsavna sum mest av tí olju, ið flotnar upp frá skipinum.
Í dag er ætlanin fyrst at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu víða oljan hevur breitt seg. Umboð fyri landsins umhvørvismyndugleikar og Tilbúgvingarstovnin fara í morgun við tyrluni hjá Atlantsflog at hyggja eftir oljuútbreiðsluni. Eisini fer Fiskirannsóknarstovan við upptøkutóli at kanna vrakið og umstøðurnar á botni, tí umhvørvismyndugleikin hevur gjørt av, at Olshana skal tømast fyri olju.
Uppruddingararbeiðið verður fyriskipað av Innlendismálaráðnum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Tilbúgvingarstovni Føroya, verður sagt í tíðindaskrivi í morgun.










