LØGMAÐUR vísti undir orðaskiftinum á, at eingin føroyingur kann í framtíðini liva í tí óvissu, sum hevur verið galdandi í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Við hesum sipaði hann til tær hendingar, sum eru farnar fram í hernaðarmálinum, har føroyskir løgmenn hava fingið dikterað avgerðir frá øðrum tjóðum, uttan samtíðis at hava havt møguleikan at taka støðu ella at kunna Føroya fólk. Slíkt má ikki endurtaka seg og tí er neyðugt at rudda upp í viðurskiftunum millum londini. Latið okkum rudda upp og merkir tað at fáa greiðari linjur, sum aftur merkir, at evsta vald skal liggja hjá Føroya løgtingi. Tá tað er sagt, so mugu vit eisini ansa eftir, at ikki ávísur flokkur sleppur at gambla við Føroya framtíð. Bjarni Djurholm nevndi undir orðaskikiftinum, at soleingi vit ikki hava fingið størri vissu fyri, hvussu verður við búskapargongdini undir einum fullveldi, so merkir tað tað sama sum at gambla við Føroya framtíð.
SOLEIÐIS sum støðan sær út í løtuni tykist tað sum um at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru á nøkunlunda á somu kós í sjálvstýrisspurninginum, hvussu ymiskir teir annars kunnu vera á øðrum økjum. Tað er tí líkt til, at løgmaður bert hevur eittans val, og tað er at hála Tjóðveldisflokkin nærri miðjuni. Tjóðveldisflokkurin hevur dugað væl at seta dagsskránna nú í eina tíð. Nú verða tað løgmaður við fólkaflokki og javnaðarflokki, sum fara at seta dagsskránna við ella uttan Tjóðveldisflokkin. Vil Tjóðveldisflokkurin ikki førka seg ein tumma, so verður tað upp til løgmann at gera av, hvat skal henda. Úrslitið kann gerast, at løgmaður verður noyddur at taka avleiðingarnar og biðja Tjóðveldið koyra í sekkin. útmeldingarnar hjá fólkaflokkinum eru púra greiðar og ikki til at fara skeivur av. Flokkurin fer ikki undir eina fólkaatkvøðu við tí støðu, sum er í løtuni. Hetta er eitt greitt svar til Tjóðveldisflokkin: dregur hann ikki nakað í land, so verður eingin fólkaatkvøða.
Eitt so stórt mál skal ikki skundast ígjøgnum Tað er at gambla við Føroya framtíð. Hetta hevur løgmaður skilt, og tí kunnu tey, sum bera ótta fyri fullveldispolitikki Tjóðveldisfloksins sissast. Løgmaður væl stuðlaður av sínum egna flokki og javnaðarflokkinum tekur eingi drastisk stig. Soleiðis hava vit skilt hann, men so kann ein sjálvandi spyrja, um støða ella manglandi støða løgmans er kamuflasja fyri einum politikki, sum hann og Tjóðveldisflokkurin ætla at gjøgnumføra undir øllum umstøðum. Tí ivast vit í.
Útrættað hond løgmans til andstøðuna setir stór krøv til andsgtøðuna. Hon má gera sær greitt, at tað, sum hóvar víðgongdum tjóðveldismonnum best, er um andstøðuflokkarnir ikki taka av útrættu hond løgmans. Tí tað kann so aftur reka moderatu kreftirnar í Fólkaflokkinum yvir í tjóðveldisleypin. Støðan í løtuni krevur av tingmonnum, at teir vísa seg sum realpolitikarar og leggja gamlar fordómar og ideologiskar munir á hyllina. Annars eigur allur ivi at koma Føroya fólki til góða. Tí má hetta stóra mál fáa ta tíð sum er neyðug.