Uppritið kortini almannakunngjørt

Uppritið til komandi samráðingarnar við danir frá Landsstýrinum til uttanlandsnevndina verður kortini almannakunngjørt, men ikki fyrr enn uttanlandsnevndin er liðug við viðgerðina av hesum

Á tíðindafundi fríggjadagin, kunnaði Landsstýrið føroysku fjølmiðlarnar um gongdina í fullveldismálinum. Løgmaður byrjaði fundin við at greiða frá, at orsøkin til fundin var fyrst og fremst, at Landsstýrið seinastu tíðina hevur fingið harðar ákoyringar fyri, at alt málið viðvíkjandi fullveldi, ella sjálvstýri, verður hildið loyniligt fyri almenninginum.


Verður almannakunngjørt

Løgmaður førdi serliga fram, at tað kann órógva viðgerðina hjá uttanlandsnevndini, um uppritið varð kent av almenninginum. Annfinn Kallsberg kundi tó samstundis bera tey boð, at eftir at uttanlandsnevndin er liðug við sína viðgerð av uppritinum, er ætlanin at tað skal almannakunngerast.

At sjálvt uppritið verður almannakunngjørt, meta hvørki Løgmaður ella varaløgmaður hava stórvegis strategiskan týdning. Hinvegin leggja teir stóran dent á, at tær ætlanir og tey mál, sum Landsstýrið í samráð við uttanlandsnevndina kemur fram til, verða viðgjørd í trúnaði.

Verða hesi viðurskifti ikki hildin í trúnaði, er stórur vandi fyri, at hetta kann skaða samráðingarstøðu føroyinga, tá veruligu samráðingarnar við danir byrja nú í summar.


Prinsipielt mál

Landsstýrið leggur stóran dent á, at trúnaðarspurningurin í hesum føri er eitt ógvuliga prinsipielt mál, tí hetta vil viðkoma framtíðar arbeiðinum hjá uttanlandsnevndini.

Samanborið var eisini við marknaðarsamráðingarnar við bretar, eins og undirgrundaravtaluna við danir. Tær ferðirnar varð alt málið handfarið í trúnaði, uttan at nakar mótmælti hesum.

- Uttanlandsnevndin virkar sum ráðgevi hjá Landsstýrinum, og tí er týdningarmikið at uttanlandsnevndin fær allar upplýsingar á borðið, greiddi løgmaður frá, og legði afturat, at um slíkar upplýsingar ikki verða handfarnar í trúnaði, kann hetta fáa stóra ávirkan á, hvørjir upplýsingar verða latnir nevndini í framtíðini, tá onnur mál vera til viðgerðar.

Harumframt legði løgmaður eisini dent á, at uttanlandsnevndin hevur atgongd til alla ta serkønu hjálp, sum Landsstýrið hevur nýtt í sínari viðgerð, soleiðis at fakligi førleikin í viðgerðini eisini er í lagi.


Atkvøða í heyst

Sum nevnt verður væntandi farið undir samráðingarnar um lutflasliga stutta tíð.

Málið hjá Landsstýrinum hevur alla tíðina verið, at fólkaatvøða skal verða á heysti í ár, og hetta er framvegis arbeiðssetningurin.

Skal hetta gerast veruleiki, er neyðugt at bæði løgting og fólkating hava viðtikið ætlaðu broytingarnar í ríkisrættarligu støðu Føroya, og tískil mugu samráðingarnar vera lidnar tíðliga í heyst.

Hetta vil uttan iva viðføra, at talan verður um rættuliga intensar samráðingar, har tað ikki er rúmd fyri at spilla ov nógva tíð. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Hann legði tó dent á, at í fyrstu umførunum verða ikki allir smálutir fingnir upp á pláss, men at teir hinvegin fara at samráðast um, undir hvørjum rammum eitt framtíðar samstarv við danir skal byggja á.

- Søgan endar ikki við samráðingunum við danir, segði Høgni Hoydal, tástaðni byrjar hon.