Frá í gjár fingu liminir í uttanlandsnevndini endaligt loyvi at lata tinglimum uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar við donsku stjórnina. Men ritið verður framvegis hildið loyniligt fyri almenninginum.
Landstýrið hevur fleiri ferðir seinastu tíðina meldað út, at tað er fyri, at uppritið verður almannakunngjørt, nú fjølmiðlarnir hóast alt hava fingið frænir av innihaldinum. Men landsstýrið hevur somuleiðis víst á, at endaliga avgerðin, nær uppritið verður almannakunngjørt, liggur hjá landsstýrinum.
Tískil varð væntað, at uttanlandsnevndin fór at leysgeva uppritið eftir fundin fyrrapartin í gjár. Men so var ikki. Uttanlandsnevndin hevur tveitt bóltin aftur til landsstýrið. Hon sigur, at tá tað er landsstýrið, ið eigur trúnaðarstemplið, er tað eisini landsstýrið, ið eigur at gera av, um ritið kann al-mannakunngerast ella ikki.
Alt landsstýrið var við á fundinum í uttanlandsnevndini í gjár, tá tosað varð um, hvørt upprtið skal almannakunngerast ella ikki.
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, váttar, at landsstýrið hevur ta áskoðan, at uppritið kann almannakunngerast. Men hann leggur dent á, at hetta má vera í samráð við uttanlandsnevndina. Hann nevnir tvær grundgevingar fyri hesum. Gott álit má nevniliga vera ímillum landsstýrið og uttanlandsnevndina í málinum, so samráðingarstøðan ikki verður sett í vanda. Harafturat má uttanlandsnevndin hava arbeiðsfrið, so málið verður viðgjørt í uttanlandsnevndini og ikki í almennum forum.
Men spurdur um, vit kunnu vænta, at uppritið verður almannakunngjørt í næstum, vísir Høgni Hoydal til formannin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, sum sigur, at landsstýrið eigur trúnaðarstemplið og tískil eisini avgerðina. Aðrar viðmerkingar til málið vil hann ikki gera.
Hóast tað gongur orð av orði í uttanlandsnevndini um trúnaðarspurningin og um viðgerðina av samráðingaruppritinum, heldur landsstýrið málið vera komið so mikið langt, at tað í gjár sendi danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, bræv við áheitan um at seta hol á samráðingarnar í mars.










