Uppritið almannakunngjørt

.

Klokkan hálvgum tvey í gjár hittust landsstýrisfólk og tinglimir til tingfund. Og júst tá kunnaði landsstýrið teir tinglimir, ið eisini eru limir í uttanlandsnevndini, um, at tað fór at taka trúnaðarstemplið á uppritinum til ríkisrættarligu samráðingarnar aftur, so at uppritið var alment eftir klokkan tvey.

Landsstýrið metir nevniliga viðgerðina av málinum at vera lidna, hóast tað ikki bar til at fáa málið formliga avgreitt í gjár, tá formaður nevndarinnar fekk forfall.

Enn vantar tó, at seinastu undirskriftirnar verða settar á tey trý tilmælini frá uttanlandsnevndini, og tí verða tey ikki almannakunngjørd fyrr enn eftir fundin í uttanlandsnevndini seinnapartin í dag, tá málið verður endaliga avgreitt.

Efir at landsstýrið hevur nærlisið tilmælini verður tíðindafundur hildin í Tinganesi um, hvat víðari fer at henda í fullveldismálinum og, hvørja kós landsstýrið fer at velja í samráðingunum. Hesin tíðindafundurin verður hósdagin klokkan ellivu fyrrapartin.