Uppreistur ímóti iranska forsetanum

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, noyddist at bróta eina uttanlandsvitjan av, tí tingmenn vilja ikki góðtaka framferð hansara

Mahmoud Ahmadinejad situr kanska ikki so tryggur í iranska forsetaembætinum, sum hansara almenna framferð tykist vísa.

 

Í gjár noyddist hann at bróta eina vitjan í grannalandinum Armenia av og at skunda sær aftur til Teheran. Almenna frágreiðingin hjá iransku myndugleikunum var, at okkurt óvæntað var komið í vegin, men diplomatar í Teheran søgdu, at forsetin mátti fara heimaftur, tí tjóðartingið hevði gjørt uppreistur ímóti honum.

 

Orsøkin til misnøgdina er avgerðin hjá forsetanum at koyra Ali Lariyani frá sum samráðingarmann við umheimin um landsins kjarnorkuætlanir og at seta Said Yalali í hansara stað. Politiskir eygleiðarar siga, at avgerðin hjá forsetanum hevur til endamáls at vísa umheiminum, at tað er forsetin, sum stýrir samráðingunum, og at Iran ætlar sær ikki at gera nakra neyðsemju við Vesturheimin.

 

Men sambært spanska blaðnum El Pais fær avgerðin hjá Ahmadinejad ikki undirtøku í tjóðartinginum. 180 av teimum 295 tinglimunum hava skrivað undir eina fráboðan um, at teir styðja ikki avgerð forsetans at koyra Ali Laryani frá sum samráðingarmann.