Í uppreistri móti oljurokningini

Ólavur Frederiksen hevur gjørt av, at hann ongantíð aftur skal keypa olju. Og útlitini fyri, at tað fer at eydnast, eru rættiliga bjørt

Fyri fimm árum síðan keypti prent-ar-in, elektrikarin og myndamaðurin Ólavur Frederiksen eitt nýtt heim til familjuna.

Hann hoyrdi í útvarpinum, at oljuprísurin var á veg upp, og hann setti sær fyri, at hann skuldi ikki rinda fyri olju meira.

– Eg vildi hava ein rokning fyri hita, sum ikki broyttist frá mánað til mánað. Tí hava eg og »luft til vatn« hitapumpan nú fýra ár á baki, fortelur Ólavur Frederiksen íðin, tá Rákið spyr hann, hví hann longu fyri trimum árum síðan gjørdi eina íløgu í eina dýra hitapumpu til húsini frá 70unum.

Umframt hitapumpuna gjørdi familjan nærum beinanvegin íløgur í sólfangarar at hita vatn við og í ein brenniovn, sum tó seinni varð seldur.

Spara 1000 krónur um mánaðin

Tað vóru tey fægstu, sum hildu nógv um hitapumpur, tá Ólavur Frede-rik-sen fekk sær eina. Men nú gerast tær alt vanligari, og hetta undrar ikki Ólav.

– Eg havi fingið mær serligan elmátara til hitapumpuna, og hann vísir, at vit nýta 1100 krónur um mán--að-in til hita. Hetta haldi eg vera væl sloppið, tí tað er so nógv minni enn grannin, greiðir Ólavur frá um hita--pumpuna, sum hann sjálvur hevur sett til.

Vanliga nýta fólk um 2000 krónur í olju um mánaðin, so sambært upp-lýsingunum frá mátaranum á hitapumpuni er ein sparing á ein lítlan 1000 krónur seðil um mánaðin til tey sjey fólkini í húsunum.

Er vorðin miljøaktivistur

Men so fekk Ólavur Frederiksen blóð upp á tonna.

Sportur kom fyrst í at sleppa undan svingandi oljuprísum, og nú er tann spurningurin endiliga burtur.

Næsta málið er at sleppa und-an at brúka olju yvirhøvur – millum annað við at framleiða el til bilin við einari vindmyllu.

Í hesum døgum er elektrikarin og myndamaðurin í fer við at seta eina serliga nýggja vindmyllu upp. Hon er eitt annað slag av myllum enn tað vanliga, tí hon er størri og hevur øðrvísi skap, og hon skal ikki bara hita húsini.

Fyri tíð síðan kom nevniliga fram, at elbilar dálka verri í Føroyum enn aðrir nýggir bilar, tí so stórur partur av streyminum frá SEV verður gjørdur úr olju. Tí fær Ólavur sær eina vind-myllu.

– Ætlanin er at fáa 220 volt út, so eg kann seta ein elbil til eisini, sigur Ólavur Frederiksen.

Víðari greiðir hann frá, at ætlanin er at keypa ein lítlan grønan elbil, sum skal avloysa bilin, sum konan plagar at koyra við.

Skilir hini

Hóast Ólavur Frederiksen ikki vil síggja olju, so skilir hann væl tey, sum ikki vilja gera hesar íløgurnar.

– Men tað hevði borið til at fingið fleiri at gjørt hesar íløgurnar, um landið loyvdi tí. Antin við hægri av-gjøldum á oljuni ella við at regulera meirvirðisgjaldið, heldur Ólavur Frederiksen, sum sostatt skjótt fer at koyra í einum grønum elbili, løddur við egnari vindmyllu og føroyskum vindi.

– Tú kanst nokk siga, at eg eri blivin ein miljøaktivistur við árunum, og nú havi eg eisini fingið konuna upp á vognin, gleðist Ólavur Frederiksen.