Í gjár eydnaðist tað islamistisku uppreistrarmonnunum at taka býin Mosul, sum er har norðuri í landinum, og sum er næststørsti býur í Irak við næstan tveimum milliónum íbúgvum. Í dag hava iraksku myndugleikarnir so váttað, at uppreistrarmenninir hava eisini tikið býin Tikrit, haðani gamli leiðarin Saddam Hussein var ættaður.
Sambært tíðindastovunum hopaðu bæði herurin og løgreglan undan, og summar tíðindastovur skriva, at hermenn fóru úr hermannabúnanum og lótu seg í sivil klæðir, áðrenn teir tóku til rýmingar. Umleið ein hálv millión fólk eru eisini flýdd undan álopsmonnunum.
-Uppreistrarmenninir hava fult ræði á Tikrit, sigur ein irakskur generalur við fronsku tíðindastovuna AFP. Hann sigur, at uppreistrarmenninir lupu á úr fleiri ættum, og at teir hava slept umleið 300 fangum úr fongslunum í býnum. Tað sama hendi í Mosul í gjár, har fleiri hundrað fangar sluppu leysir.
Tikrit er bara 160 kilometrar frá Bagdad. Uppreistrarmenninir hava eisini tikið partar av býnum Ramadi og býin Faluja, sum er minni enn 70 kilometrar frá høvuðsstaðnum. Eygleiðarar ivast ikki í, at ISIL-uppreistrarmenninir hava sum mál at taka høvuðsstaðin eisini. Eydnast tað, hava teir ræði í tí partinum av Irak, sum ofta verður umrøddur sum sunni-trýhyrningurin. Í hesum viðfangi er vert at hava í huga, at ISIL hevur eisini valdið í einum stórum øki har eysturi í Sýrialandi, sum hevur mark við Irak. Stjórnin í Bagdad hevur biðið umheimin um hjálp til at steðga uppreistrarmonnunum.
Í øllum ruðuleikanum er Turkaland nú drigið upp í stríðið. Uppreistrarmenninir hava tikið 48 fangar í Tikrit, teirra millum 28 turkiskar lastbilførarar og turkiska sendimannin í býnum og húski hansara. Turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, helt í dag fund við kreppunevndina hjá stjórnini, og Ahmet Davutoglu, uttanríkisráðharri, sum er í USA, hevur gjørt av at fara heim alt fyri eitt orsakað av tí, sum er hent í Irak, skrivar Reuters.