Arbeiðsmarknaður
Saltangará: Í fleiri ár hava vit sæð, at bæði í góðum og ringum tíðum møta fá fólk á aðalfundi hjá arbeiðarafeløgum kring landið. Hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, sum feløg hava valt at loysa á tann hátt, at tey lýsa til aðalfundar og eykaaðalfundar undir einum.
Hóast Arbeiðarafelagið Hæddin í Saltangará hevur fleiri enn 600 limir, var aðalfundurin seinasta vikuskiftið ikki viðtøkuførur. Beint eftir aðalfundin, var eykaaðalfundur, sum syrgdi fyri, at neyðugu avgerðirnar kundu takast.
Ikki í nevnd
Karla Einarsson, sum hevur verið formaður í Hæddini í út við 20 ár og er stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, harmast um, at so fá fólk møta á fundi.
- Vit kunnu spyrja, hví hetta er so ? og hevur verið soleiðis leingi, bæði í góðum og ringum tíðum.
Hon sigur, at ein orsøkin kanska er, at fólk ikki vilja veljast í nevnd og tí ikki møta á fundi.
- Men hetta er ikki so. Lógir felagsins siga nevniliga, at limirnir hava skyldu til at taka við ábyrgd, um heitt verður á tey. Tú kanst líka so væl verða vald/ur í nevnd, um tú situr heima, sum tá ið tú ert á fundi. Ert tú á fundi, kanst tú greiða frá, hví tú møguliga ikki ynskir at taka við nevndarvali, men situr tú heima, er sami møguleiki ikki til steðar, sigur Karla.
Hon dugir annars ikki at siga, hví áhugin fyri aðalfundunum hjá arbeiðarafeløgunum er so lítil.
- Men hetta er ógvuliga keðiligt, og torført er at siga, hvussu málið kann loysast, soleiðis at fleiri fólk møta til fundar.
Vald beinleiðis
Í nevndini í Arbeiðarafelagnum Hæddini sita 10 nevndarlimir og tveir eykalimir. Tær stóru bygdirnar í Runavíkar kommunu hava tveir nevndarlimir hvør; tær smáu ein.
Søldarfjørður hevur sítt egna felag, Klett, sum bæði fevnir um kvinnur og menn.
Hæddin hevur eisini limir úr øðrum bygdum, eitt nú Funningi, sum ikki hevur sítt egna felag.
Formaðurin í Hæddini er valdur fyri tvey ár, og sama er við hinum nevndarlimunum.
Bæði formaður og næstformaður verða valdir beinleiðis á aðalfundi.
Nýggj andlit
Karla stóð ikki fyri vali hesaferð, men tað gjørdi næstformaðurin, Birgir Streymoy. Hann ynskti ikki afturval sum næstformaður, men hevði einki ímóti at vera verandi í nevndini. Nýggjur næstformaður er Sjúrður Jensen.
Lina Højgaard, sum hevur sitið í nevndini í mong ár, ynskti ikki afturval. Valdemar Olsen, Saltangará, Hanna Joensen og Lis Højgaard, báðar úr Rytuvík, eru nýggj í nevndini.
Dan Højgaard og Tummas Olsen, báðir úr Rytuvík, vóru við í gomlu nevndini.
Nýggja nevndin í Arbeiðarafelagnum Hæddini sær nú soleiðis út: Karla Einarsson, Rytuvík, formaður, Sjúrður Jensen, Runavík, næstformaður, Birgir Streymoy og Maiken Lamhauge, Glyvrar, Hervør Djurhuus og Valdemar Olsen, Saltangará, Stig Davidsen, Runavík, Maud Túgvustein, Æðuvík, Hanna Joensen og Lis Højgaard, Rytuvík.
Eykalimir eru Hansy Jacobsen, Glyvrar og Rúni Lamhauge, Rytuvík.