Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Sá á internetinum hálvárligu uppgerðina, har Sosialurin í heilsíðugrein viðger uppmøting tingmanna á Løgtingi undir heitinum: "Sverre skulkar mest og Alfred er duksur". Síðan kemur yvirlit sum vísir: "So nógv skulka tey"; her er undirritaði skuldskrivaður fyri at hava skulka ein dag.
Hevði eina viðmerking 25. mai 2004 til grein, har líknandi skriving var í bløðunum. Tí kann tað tykjast nyttuleyst at royna enn einafer at gera vart við, at uppgerðin fyri hvussu ofta tingfólkini hava verið burtur greinar ikki fráveruna og at talan ikki altíð er um at skulka.
Umboð Sjálvstýrisfloksins er av Løgtinginum valt í Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið og eigur sjálvsagt í mest møguligan mun at luttaka á teimum fundum, ið fyriskipaðir vera. Tað er sjálvsagt ógjørligt at møta í Havn, samstundis sum tú skal umboða Løgtingið uttanlanda. Møguleiki er at søkja um farloyvi hvørja fer, men tingskipan okkara krevur, at verður søkt um farloyvi so skal ein verða burtur frá tingarbeiði í minst 10 dagar.
Undirritaði sendi tí soljóðandi bræv til formanskapin í september.
Sjálvstýrisflokkurin Saltangará hin 17. september 2004.
Formanskapur Løgtingsins
Att: Edmund Joensen Løgtingsformaður.
Undirritaði løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, vil hervið heita á formanskapin um at broyta mannagongd, tá fráboðanir um uppmøting løgtingsmanna til tingfundir verður almannakungjørd.
Tað kann ikki vera røtt mannagongd, at løgtingslimir, ið møta til fundar uttanlanda í nevndum, teir eru valdir í av løgtinginum og sostatt ikki kunnu møta samstundis á tingfundi, verða skrásettir sum, vóru ikki á fundi. Hetta hevur alment verið útlagt í fjølmiðlum sum "vanlig frávera" (skulking).
Her átti at verði viðmerkt, um tinglimurin umboðaði løgtingið. Tað sama átti at verið galdandi fyri løgtingsformannin, tá hann umboðar løgtingið uttanlanda.
Virðingarmest
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður
Havi bert munliga fingið at vita, at formanskapurin hevur viðgjørt málið, men kenni onki til nakra niðurstøðu.
Havi altíð sett eina æru í at møta til arbeiðis hvønn dag. Minnist meg rætt, tað kann fyrrverandi arbeiðspláss mítt har eg starvaðist í 30 ár eisini váttað, møtti eg altíð til arbeiðis og hevði í øll hesi ár 3 sjúkrafráverur.