Tað er ikki nóg mikið við upplýsing og tí er neyðugt við forboðið.
Tað heldur Brynhild Høgnadóttir.
Hon er forkvinna í Móðurmerkjabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.
Løgtingið skal nú viðgera eitt uppskot hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, um banna ungum undir 18 ár at keypa sær sól í solarium.
Brynhild Høgnadóttir heldur, at hetta er eitt neyðugt uppskot. Hon heldur ikki, at tað er nóg mikið við upplýsing og tískil er neyðugt við einum forboði.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr hana greiða frá, hví hon heldur, at forboð er neyðugt.