Upplýsið Tinganes!

Virkuliga hugnaligt at síggja skrímslið, tey kalla Ítróttarhøllina á Nabb, upplýst hvørja nátt.

Sum eg havi upplivað tá eg havi verið í øðrum londum, er vanligt at illuminera (upplýsa) slott og aðrar tignarligar bygningar.

Men her heima hjá okkum verður mett, at størri virði er í at framelska eina ítróttarhøll.

Tinganes, ið óivað er størsta og elsta museum í Norðurhøvum, er ikki til at fáa eyga á, tá seinasta vaskikonan hevur sløkt eftir sær.

Tær løturnar á kvøldi hugna tær so mikið frægt um, at Nesið sæst, men hevði tað ikki verið annað enn rímiligt, at havnarfólk kundu nýtt fittu sjónina av hesum søguliga stað um kvøldarnar?

Tá Nabb hevur ráð, máttu juristarnir í Nesinum kunna spent seg út og latið nøkur sparioyru til SEV.


LJÓSnarin