- Eg eri kanska ov lítið ávirkað av tí, sum hendir í Fukushima orsakað av tí, eg upplivdi í Nagasaki. Men eg haldi ikki, at støðan á kjarnorkuverkinum er nakað at gerast so ræðslusligin av, sigur Kazuko Yamashita í samrøðu við Reuters. Tá kjarnorkubumban hin 9. august í 1945 varð slept niður yvir Nagasaki, var hin tá 5 ára gamla, Kazuko Yamashita, stødd einans 3,6 kilometrar frá staðnum, har bumban rakti.
Í mun til tað, sum hon upplivdi tá, heldur hon ikki, at tað, sum hendir á kjarnorkuverkinum í Fukushima í dag, er so ógvuliga nógv at stúra fyri.
- Eg havi livað í óttanum øll árini, síðan kjarnorkubumbuna. Hvørja ferð, eg havi verið sjúk, hava tankar um krabbamein verið í mínum huga.
Nú 66 ár eftir kjarnorkubumbuna, situr hon í heimi sínum í Tokyo og ristir á høvdinum yvir ógvusligu reaktiónirnar um kjarnorkuvanlukkuna, sum stóðst av jarðskjálvtanum og flóðalduni.
- Eg eri kanska ov lítið ávirkað av tí, sum hendir í Fukushima orsakað av tí, eg upplivdi í Nagasaki. Men eg haldi ikki, at støðan á kjarnorkuverkinum er nakað at gerast so ræðslusligin av.
Tað sigur Kazuko Yamashita í samrøðu við Reuters.
- Eg veit, at strálingar eru álvarsamar. Men eg var 3,6 kilometrar frá kjarnorkubumbuni, og nú flyta tey fólk burtur, sum eru upp til 20 kilometrar frá kjarnorkuverkinum. Tað skilji eg ikki, sigur hon.
Eina viku eftir jarðskjálvtan og flóðalduna, sum elvdu til kjarnorkuvanlukkuna í Fukushima, rýma nógvir útlendingar av ótta fyri strálingum. Fleiri halda eisini, at Tokyo, sum liggur 240 kilometrar burtur, fer at verða raktur.
- Eg kann ikki siga, at eg ikki eri órógvað, men eg eri ikki serliga bangin um støðuna, sigur Kazuko Yamashita.
Hon minnist væl dagin, tá kjarnorkubumban varð slept niður yvir Nagasaki.
- Eg sá einki, men brakið var øgiligt, og eg minnist ljóðið av glasi og øðrum lutum, sum flugu runt í luftini. Tá eg reisti meg nakrar minuttir seinni, var alt broytt. Tað var einki eftir av húsunum.
Hon heldur, at so nógv verður gjørt burtur úr reaktorunum og støðuni í Fukushima.
- Men hetta er einki aftur ímóti tí, sum eg upplivdi í Nagasaki, sigur Kazuko Yamashita við Reuters.