Bjarni Olsen sigur, at Føroya Sparikassi verður við á bústevnuni, tí júst sethúsafígging hevur verið høvuðsmálið hjá stovninum í teirri longu tíðini, Sparikassin hevur verið virkin.
- Heilt fram til 1994 var sethúsafígging kjarnuøkið burturav hjá okkum. Sparikassin, ið er stovnaður so tíðliga, sum í 1832, hevur 170 ár á baki, og er soleiðis elsta fyritøka í Føroyum. Øll hesi árini hevur okkara høvuðsleiklutur verið at røkja uppsparingina hjá fólki, umframt at veita lán, fyrst og fremst til húsabygging og húsakeyp. Stovnurin hevur tí royndir út um tað vanliga, tá ið ræður um at veita fíggjartænastur til húsarhaldini.
Stjórin vísir á, at Sparikassin í dag eisini er peningastovnurin fyri vinnuna, tí síðan 1994 hava lógarkarmarnir á økinum verið teir somu, sum hjá bankunum.
- Tí kunnu vit í dag veita allar vanligar fíggjartænastur til vinnulívið. Tað merkir, at fleiri av fyritøkunum, sum eru við á bústevnuni, eisini eru viðskiftafólk hjá okkum.
Bjarni sigur, at Sparikassin hesi 10 árini hevur bygt upp ein sakkunnleika, sum ikki stendur aftanfyri nakran annan í Føroyum, tá ið ræður um vinnulívið.
Sparikassin og bústevnan
- Við atliti til bústevnuna, Hús og Innbúgv, verður í fyrsta lagi hugsað um alt, sum hevur við nýbygging, umbygging ella umvælingar at gera ? tekningar, timbur, køkar, hiti, sanitet og el.
Stjórin vísir á, at tá ið fólk fara undir at byggja, er eitt, sum flest øll skulu hava uppá pláss, og tað er fígging.
- At hava hús, er eisini ein spurningur um pengar; tí er tað heilt náttúrligt, at Føroya Sparikassi hevur ein bás á bústevnuni í Runavík.
Bjarni sigur, at hjá teimum flestu er tað størsta peningaliga avgerðin í lívinum at seta fót undir egið borð.
- Tey, sum byggja ella keypa sær egin hús, binda
seg nógv, nógv ár fram í tíðina. Tí er tað so umráðandi, at fólk fáa holla ráðgeving um øll viðurskifti í hesum sambandi. Vit vita, hvat tað er at byggja hús. Hjá okkum kunnu fólk fáa ráðgeving, so tey ikki gerast ovfarin av viðurskiftum, sum tey ikki dugdu at ímynda sær, tá tey bygdu. Mintust fólk nú til alt, var kostnaðurin, sum tey settu til køk, baðirúm, hita, el og annað realistiskur?
Stjórin vísir á, at tað eru nógvir tættir, sum skulu fáast at
hanga saman, tá ið bygt verður, og tí leggur Sparikassin stóran dent á at veita holla ráðgeving á hesum øki.
Rentuloft
- Í Danmark er vanligt at hava fasta rentu. Tað merkir, at tey, sum taka lán og byggja hús, undir vanligum umstøðum hava somu rentu langt fram í tíðina. Hevur tú fingið tína fígging, tá ið rentan var lág, stendur væl til. Tað øvuta er galdandi, um tú hevur fingið tína fígging, tá rentan var høg.
Bjarni vísir á, at í Føroyum hava vit skiftandi rentu á sethúsalánum.
- Hetta kann vera ein fyrimunur, tí sethúsarentan lækkar,
tá ið rentan fellur. Men hon fer eisini upp, tá ið rentan fer upp.
Føroya Sparikassi var fyrstur av peningastovnunum í
Føroyum at bjóða viðskiftafólki eitt sonevnt rentuloft.
- Her kanst tú tryggja teg ímóti, at rentan á tínum
sethúsalánum fer longur upp enn t.d. 2% stig upp um núverandi rentustøði. Hevur tú t.d. eitt 1. veðrættarlán, sum í dag er 4,875% um árið, kanst tú keypa eitt rentuloft upp á 6,875%. So leingi, rentan er undir 6,875%, hevur tú galdandi rentu, men fer hon longur upp, fer tín renta kortini ikki upp um 6,875%. Er rentan á ein lágum støði, sum tey flestu meta í dag, og væntar tú, at rentan møguliga fer at fara upp, kann tað vera vert at umhugsa at keypa eitt rentuloft, sigur Bjarni Olsen.
Aðrar fíggjartænastur
Sparikassin hevur ikki bara innlán og sethúsalán at bjóða upp á.
- Vit kunnu sjálvsagt veita allar aðrar fíggjartænastur, sum húsarhald ? og fyri tað eisini vinnur ? hava fyri neyðini. Her hugsi eg eitt nú um billán, nýtslulán, gjaldsmidling, pensiónsráðgeving, virðisbrævaráðgeving og fíggjarognarrøkt.
Stjórin sigur, tey vitjandi á básinum hjá Sparikassanum fáa nærri at vit um allar tær tænastur og møguleikar, sum stovnurin hevur at bjóða, bæði verandi og komandi viðskiftafólkum.
- Alt hetta krevur ráðgevar við góðum førleikum. Tí leggja vit stóran dent á at útbúgva okkara starvsfólk, so tey altíð eru før fyri at veita holla ráðgeving.
Eitt er so tann fakligi førleikin, ið Sparikassin leggur stóran dent á.
Bjarni Olsen sigur, at stovnurin eisini hevur sum sína visión at vera tann brúkaravinarligasti peningastovnur í Føroyum.
- Tí leggja vit eisini alstóran dent á, at okkara starvsfólk duga at fara við fólki, so tey kenna seg væl viðfarin og kenna, at tey fáa eina seriøsa viðgerð, tá ið tey samskifta við deildirnar kring landið.
Føroya Sparikassi, sum verður millum framsýnararnar á bústevnuni, Hús og Innbúgv, er ein fyritøka í stórari og støðugari menning.