Upplýsingin stóran týdning

Elsa Maria Bærentsen sum fyri kortum lat venjingarmiðstøðina Yndi upp, sigur seg vera fúsa at hjálpa til í arbeiðnum ímóti doping, har serliga upplýsingin er týdningarmikil. Hans Pauli Strøm, landstýrismaður vil nú koma dopingini til lívs

Elsa Maria Bærentsen, eigari av nýggju venjingarmiðstøðini Yndi, heldur ikki, at dopingtrupulleikin er sjónligur í Føroyum.
? Nú havi eg kort síðani latið eitt venjingarcentur upp, men eg havi ikki lagt merki til nakra dopingmisnýtslu. Eg eri greið yvir, at tað var ein trupulleiki í 80'unum, tá serliga menn, ið vandu vøddarnar, brádliga vuksu sera nógv. Men eg haldi, at dopingin hoyrdi 80'unum til, tí eg havi so ikki merkt nakað til hana nú, sigur hon.
Elsa Maria hevur í fleiri ár eisini verið virkin innan fimleikin í Føroyum, men heldur ikki har sigur hon seg hava sæð nakað til dopingmisnýtlu.
Hon heldur eina av orsøkunum vera, at fólk í dag eru sera upplýst.
? Fólk vita, at doping evnini eru skaðilig, og tí verða tey ikki nýtt, heldur hon.
Ein orsøk kann eisini vera, at dopingin serliga verður nýtt, tá ið vøddavenjarar eru við í kappingum, men í Føroyum er ógvuliga avmarkað hvussu nógvar kappingar eru í vøddavenjing.

Vil fegin hjálpa
Spurd um hon hon hevði farið á fund við landstýrismanninum, um hon varð biðin, hóast hon ikki hevur sæð nakað til dopingmisnýtslu í langa tíð, svarar hon, at tað hevði hon fegin viljað.
? Ja, sjálvandi hevði eg tað. Tí fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiði kann altíð gerast . Tað koma jú nýggj og ung fólk til allatíðina, og teimum tørvar eisini at fáa at vita, at dopingin er skaðilig. Upplýsingin má fylgja við, sum tey ungu koma til, so eg hevði fergin viljað verið við, varð eg spurd, svarar Elsa Maria Bærentsen at enda.