Kunningarátak
Seinastu árini hevur nógv orka verið nýtt at skipa fyri undirvísing fyri næmingum í elstu flokkunum í fólkaskúlanum. Síðani 1998 hevur Ferðslutrygd í samstarvi við koyri¬lærarar, politiið, ambulansu¬tænastuna, ferðslu¬¬offur og Heilbrigdið, skipað fyri serligum dagsskeiðum fyri øllum 9. flokkunum. Í løtuni verður hetta sama gjørt fyri 8. flokkarnar.
Ásannandi, at tað er ikki nógmikið bara at fáa ungdómarnar á tal, eru RFF, politiið og Ak¬stovan gingin saman um at skipa fyri upplýsingarátaki fyri foreldur og ungdómar og at gera hetta sum fram¬hald av dags¬skeiðunum hjá næming¬unum.
Her verður m.a. arbeitt við hesum spurningum:
"Hvussu vandamikið er prutlið/ skut¬arin?
"Hvat krevst av vitan og útbúgving fyri at kunna koyra á prutli/skutara?
"Hvussu skulu foreldur bera seg at, tá ið 12-14 gomlu børn teirra krevja at sleppa at koyra á prutli?
"Hvørjar grundgevingar kunnu foreldur nýta, tá ið tey greiða børnunum frá, hví tað ikki er ráðiligt at koyra prutl, áðrenn tey eru fylt 16 ár?
"Hvussu kunnu foreldur standa saman?
"Kjak/orðaskifti
Tað skerst ikki burtur, at fleiri foreldur hava trupulleikar við at fóta sær, tá ið 14 ára gamli sonurin setur upp á, at nú skal hann hava eitt prutl. Hann hevur kanska longu síðani hann var 12 saman við øðrum fjasast við prutl, skrúvað sundur og saman, umvælt o.s.fr. Og her er tað nógv foreldur sum geva eftir. Orsøkin kann vera, at tey halda, at tað nyttar einki at halda í móti, kanska tí, at javngomlu vinmenninir longu hava fingið prutl.
Orsøkin kann eisini vera, at foreldrini stutt sagt vita ov lítið um veruliga vandan.
Í upplýsingarátakinum fyri foreldur og ungdómar, sum nú verður farið undir, er eitt av endamálunum at tosa júst um henda seinastnevnda trupulleikan og fáa eitt kjak í gongd. Hósdagin 18. mai kl. 19.30 verður so lagt til brots í Stóra Pakkhúsi í Vági.