Vit vístu á, hvussu týðandi evnið var, og vit nevndu, at her í stóran mun var talan um eitt tabu-evni. Her er talan um eitt øki, sum vit vita alt ov lítið um. Nógvir fordómar, happing og annað óheppi í samband við sálarfrøðiligar trupulleikar koma ofta av manglandi vitan um og av ókunnleika til andlig ella sálarlig brek, teirra orsakir og teirra eyðkenni. Tað man vera alkunnugt, at tørvur er á at bøta um hesi viðurskifti, og at vit øll hava brúk fyri at vita meira um evnið fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum seinasta mánadag.
Í hesum sambandi er besta amboði til tess at koma fordómum og tørvandi vitan sum kunnugt upplýsing og kunning. Góð, saklig og fjøl-táttað upplýsing er forteytin fyri at bøta um støðuna hjá børnum og ungfólki við sálarligum trupulleikum. Hetta er eisini fortreytin fyri at bøta um støðuna hjá øllum við slíkum trupulleikum. Aðrar fortreytir eru sjálvsagt eisini at hava í huga, sum vit vístu á í oddagrein í gjár. Hugskotið við at nýta ein psykiatribuss til hetta endamál er frálíkt. Hetta er ein øðrvísið og meira spennandi máti at reka upplýsing og fremja kunning um eitt torført og torskilt evni.
Við psykiatribussinum røkka fyrireikararnir út til umleið 70% av næmingunum í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum. Hetta, at eitt so stórt tal av børnum og ungfólki verður kunnað um sálarfrøðiligar trupulleikar, kann ikki yvirmetast. Hesi ungu er jú tann mest týðandi málbólkurinum, tí hesi eru tey, sum um stutta tíð fara at mynda framtíð Føroya. Tað er tí einki minni enn eitt bragd at rokkið verður hesum stóra og týðandi málbólki, og tað fer ivaleyst at bera góðan ávøkst seinni.
Ráðstevna og psykiatribussur eru frálík og sera týdningarmikil tiltøk, sum ivaleyst fara at slóða fyri øktari fatan og ivaleyst eisini fyri bøttum umstøðum og viðurskiftum hjá teimum mongu, ið hava psykiskar trupulleikar at dragast við. Vit ynskja tiltakinum góðan byrð og vóna samstundis, at avvarandi politikkarar kenna sína ábyrgd og fylgja hesum tiltøkum upp við neyðturviligum játtanum og hóskandi politiskum tiltøkum.









