Í Fraklandi hevur eitt sindur av rumbli stungið seg upp, eftir at eitt par í suður franska býnum, Brive, fyrst í november uppkallaðu sín nýfødda son eftir fronsku fótbóltsstjørnunum, Antoine Griezmann og Kylian Mbappé. Barnið fekk navnið Griezmann Mbappé.
Nú eru franskir myndugleikar farnir uppí málið, har teir viðgera um barnið skal sleppa Griezmann Mbappé ella ei. Í Fraklandi er ein lóg, sum sigur at myndugleikar kunnu nokta nøvnum, um tey eru í stríð við áhugan í sjálvum børnunum.
Franska blaðið La Montagne skrivar, at um fronsku myndugleikarnir koma ásamt um at nokta navninum, skulu foreldrini velja eitt annað navn til sonin.
Í 2015 tók eitt líknandi mál seg upp í Fraklandi. Tá noktaðu franskir myndugleikar einum foreldrum í at uppkalla dóttrina Nutella, tí at tey væntaðu at gentan fór at verða happað orsakað av navninum. Tann gentan fekk heldur navnið Ella.