Uppisjóvarflotin í ES er í øðini inn á Føroyar

Samskipanin í ES av teimum, ið hava við fiskiveiðu at gera, heitir á ES nevndarlimin, sum hevur ábyrgd av fiskivinnu, um sum skjótast at taka víðgongd stig fyri at sekta Føroyar og Ísland, ið hava tillutað sær sjálvum makrelkvotur. Føroysku nótaskipini hava seinastu dagarnar verið á ES marknaðinum við stórum makrellastum, og tað tykist hava rakt meint niðri í Europa.

Tað er rættulig øði ímóti Føroyum og Íslandi millum teirra í ES, sum hava við fiskarí at gera. Sambært Intrafish í gjár hevur samskipanin av hesum áhugamálum heitt á ES nevndarlimin fyri fiskivinnu, Maria Damanaki, um sum skjótast at taka víðgongd stig fyri at sekta Føroyar fyri at hava tillutað sær 85 túsund tons av makreli í ár og Ísland fyri at hava tillutað sær 135 túsund tons.

Gerard van Balsfoort, sum er formaður fyri arbeiðsbólkin, ið hevur við uppisjóvarveiðu í norðurøkinum at gera, sigur, at tað er alneyðugt, at ES vísir seg at vera til reiðar at verja áhugamálini hjá fiskimonnum í ES, sum fiska uppisjóvarfisk.

- Vit fara ikki at góðtaka, at okkara kvotur verða skerdar orsaka av ábyrgdarleysu ovurfiskingini hjá Føroyum og Íslandi.

Millum tiltøkini, sum heitt verður á ES nevndarlimin at syrgja fyri, eru:

at sínamillum fiskiveiðusáttmálin millum ES og Føroyar verður strikaður,

at heitt verður á Noreg um at strika fiskiveiðuavtaluna við Føroyar,

at ES bann verður sett fyri øllum innflutningi av fiskavørum, ið stava úr Føroyum og Íslandi,

at allar havnir í ES verða stongdar fyri føroyskum og íslendskum skipum,

at føroysku og íslendsku skipini, sum royna eftir makreli verða, sett á svarta lista, og

at ES ikki heldur fram við samráðingum við Ísland um limaskap, fyrrenn Ísland hevur strikað eginkvotuna upp á 135 túsund tons av makreli.

- Nú er makrelstovnurin væl fyri, men stigið hjá føroyingum og íslendingum er álvarslig hóttan ímóti stovninum, og tað fer at hava álvarsligar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri ES flotan, verður sagt í fráboðanini.