Hvønn politikk hevur landsstýrið viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum, og er ætlanin at gera tað møguligt, at kvinnur og børn kunnu fáa ókeypis mat og innivist í Kvinnuhúsinum?
Hetta spyr Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, í skrivligum fyrispurningi.
Annita á Fríðriksmørk sigur, at hon setur landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum fyrispurningin, tí hetta fyrst og fremst er eitt sosialt mál. Men hon væntar sær upplýsingar frá landsstýrismanninum í lógarmálum um tey viðurskifti, ið viðvíkja tí revsirættarliga.
? Ynski hjá einum og hvørjum barni, hjá einari og hvørjari mammnu og hjá einum og hvørjum pápa má vera at virka í einari vælvirkandi og dynamiskari familju. Men hetta eydnast tíverri ikki øllum. Meðan flestu børn og foreldur gleða seg til tær løtur, tey kunnu vera saman, so eru nøkur, sum stúra fyri hesum sama, sigur Annita á Fríðriksmørk og sipar til harðskap í heimunum.
Tingkvinnan vísir á, at avleiðingarnar av harðskapinum kunnu verða, at sjálvsálitið hjá kvinnunum hvørvur, og tær verða ótryggar. Og hon vísir somuleiðis á, at børnini líða sálarliga av harðskapinum. Tey ræðast at síggja ella hoyra mammu sína vera offur fyri harðskapi frá pápanum. Hetta ávirkar sosiala lívið, og evnini at læra og mennast verða merkt av teirri viðferð, mamman fær.
? Hesar kvinnur og hesi børn eiga at fáa eina hjálpandi hond, so tey koma burturúr teirri óndu ringrás, tey eru vavd inní, so tey gerast før fyri at koma víðari í samfelagnum, sigur Annita á Fríðriksmørk í viðmerkingum sínum til fyrispurningin.
Annita á Fríðriksmørk vísir á, at Kvinnuhúsið ger eitt megnar arbeiði fyri hesum kvinnum og børnum. Tí heldur hon, at landsstýrið eigur at bera so í bandi, at tey, sum leita sær hjálp í Kvinnuhúsinum, fáa uppihaldið og matin ókeypis.