Liverpool vann ein uppibornan 2-0 sigur á lokalu arvafíggindunum úr Manchester. Sigurin hevði fleirfaldan týdning fyri teir reyðu av Anfield. Teir fingu steðga ringu gongdina teir hava havt við fýra tapum á rað, og sigurin var uttan iva við til at leingja um starvsligu lívslinjuna hjá spanska venjaranum, Rafael Benitez.
Edwin van der Sar bjargaði góðum royndum frá Fabio Aurelio og Dirk Kuyt, men hann hevði ongan møguleika, tá spanski stjørnuáleyparin, Fernando Torres setti Rio Ferdinand av, og høgdi bóltin upp í netið til 1-0. Seint í yvirtíðini økti fraklendingurin, David N´Gog til 2-0.
Tað nærmasta United kom einum máli var eitt skot hjá Valencia sum rakti yvirleggjaran, annars skaptu meistarnir alt ov lítið, og eru teir spakuliga við at byggja upp eitt Liverpool-komplex, tí hetta er triðja ferðin á rað, at United tapir tann stóra Lancaster-klassikaran.
Bæði Nemanja Vidic hjá Manchester United og Javier Mascherano hjá Liverpool vóru vístir av vølli seint í dystinum.
Michael Owen kom inn í seinna hálvleiki fyri Manchester United, og sjáldan man nakar fótbóltsspælari hava fingið eina so kalda móttøku á Anfield.











