-Uppiborin sigur

Grasvøllurin gjørdi eisini sítt til, at fótbóltsspælið aldrin kom uppá ta hædd, tað kundi, segði annar av málskjúttunum, Rani D. Christiansen

Samrøða

Ein av mongu HB-unglingunum, ið hevur roynt seg á fyrsta liðið hjá felagnum, er miðvallarin Rani D. Christiansen. Eftir dystin segði miðvallarin, at sigurin var fult uppiborin, hóast HB-liðið ikki spældi upp til sítt besta. ? Leikara fyri leikara eru vit betri enn VB, og sjálvt um liðið ikki spældi upp til sítt besta. Rani vísti eisini á, at tað var torført at spæla á grasinum, tí vøllurin var bæði bleytur og óslættur. ?Fleiri av leikarnum, á báðum liðum, hava roynt at spælt á grasi fyrr, men nakrir fáir ungdómslandsdystir um árið er ikki nokk til, at ein venur seg við undirlagið, helt miðvallarin við eftir dystin.