Uppiborið FM-finalupláss til VÍF

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr dystarendan í Kollafirði, og hoyr viðmerkingina hjá Davidi Edvardsen um finaluplássið hjá VÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dystarendan av dystinum, sum var í Kollafirði í kvøld í bestu mansdeildini millum KÍF og VÍF, sum VÍF vann 32-28 (18-16). Hilmar Jan Hansen segði frá dystinum, og David Edvardsen, stórskjútti hjá Kyndli var viðmerkjari til dystin.

 

David Edvardsen staðfesti, tá dysturin var lokin, at talan er um eitt uppiborið FM-finalupláss til VÍF. Hann og kyndilsmenn mugu taka til takkar við bronsuheiðursmerkjunum, og ásanna, at teir ikki vóru nóg drúgvir í ár. 

 

VÍF møtir H71 í FM-finaluni. Fyrsta FM-finalan verður leikt mikukvøldið 20. apríl, og onnur, og møguliga avgerandi FM-finalan leikt leygardagin 23. apríl.