Lennard Pedersen skrivaði seg somuleiðis í søgubøkurnar leyardagin sum fyrsti venjarin, ið hevur vunnið gullheiðursmerki við kvinnunum hjá AB. Hann staðfestir á heimasíðuni hjá AB, at sigurin var uppiborin.
- Vit vóru til reiðar, og vístu, at vit vóru betra liðið á vøllinum. Tað var ein frálík kensla at hyggja at frá síðulinjuni. Serliga, tá ætlanarnar, vit høvdu undan dystinum, eydnaðist, staðfestir Lennard Pedersen, venjari hjá AB.