Ein dystur varð leiktur á Giljanesi sunnudagin, tá Søljan tók ímóti VÍF.
Gulu vestmannakvinnurnar hava í ár ikki megna at sannført um, at teir eiga at metast sum sjálvskrivaður partur av avgjørda oddastríðnum, men móti Søljuni gjørdist talan tó ikki um stórvegis trupulleikar.
Uttan at tær veruliga skuldu seta ferð á allar motorar, eydnaðist tað VÍF at toga ein 27-19 sigur heim við sær, og styrktu tær sostatt um støðuna á talvuni, har tær tykjast vera á einum tryggum triðja plássi, tó at hetta eisini kann broytast.
Skal tað henda, so krevst í øllum førum ein sigur komandi vikuskiftið, tá Stjørnan kemur á vitjan. Fyri bæði liðini má hendan uppgerðin metast sum ein stór styrkisroynd undan sjálvum endaspurtinum, og tó at tað helst verður dysturin millum VB og Stjørnuna, sum fer at avgera FM-heitið, so kann úrslitið komandi vikuskifti væl vísa seg at fáa sína ávirkan í hesum.