Upphiting til endabrestin

Í Meistaradeildini hjá kvinnum hevur tað í ár, bert verið talan um tvey lið, ið kappast um FM-heitið, og lagnan skuldi eisini blaka júst hesi bæði liðini í ringin, tá steypafinalan skuldi spælast um miðjan februar

Fuglfjarðakvinnur og sørvágskvinnur hava ikki tapt nógvar dystir í ár, og einastu ferðina, tey hava mist á stokkinum, er tá tey hava møtt hvør øðrum.

Í landskappingini hava liðini spælt tvær ferðir í Sørvági, og tá hevur SÍ megnað at knúgvað ÍF, meðan tað á Kambsdali gjørdist talan um sigur til ÍF. Ein dystur er eftir millum liðini bæði, og hesin verður eisini í høllini á Kambsdali. Hesin fer at avgera meistaraheitið.


Seinastu fyrireikingarnar

Bæði í Fuglafirði og í Sørvági, verður seinasta høvið, at fáa seinastu blokkarnar at fella upp á pláss, um vikuskiftið, tá liðini bæði hava dystir, tær eiga at vinna.

SÍ vitja í Kollafirði, og har er unga KÍF-liðið heldur skert, eftir at onkur av stuðulsleikarunum eru farnar av landinum í lestrarørindum.

ÍF taka móti Fleyr á heimavølli, og tað eigur eftir øllum sólarmerkingum, at geva ein heimasigur. Fleyr liðið er sera ungt, og liðið er nærum júst tað sama, sum felagið hevur í kvinnuunglingum. So hesar ungu moyggjar hava framtíðina fyri sær, og kunnu taka hetta kappingarárið sum eina uppliving og byggja víðari á hesar týdningarmiklu royndir.


Jakstra bronsuna

Mjølnir liðið hevur veruliga ment seg seinastu dystirnar, og vinna tær aftur um vikuskiftið móti Drátti, og aftur í næsta vikuskifti, suðuri á Tvøroyri, samstundis sum Dráttur tapur sín seinasta dyst móti KÍF, so sær heilt gott út hjá Mjølni.

Hóast tað er lítið sannlíkt, so er møguleikin enn har, og í Mjølni fara tær óivað inn til báðar dystirnar sum íresta, við hugsanini um, at tað ber til at náa bronsu heiðursmerkjunum.