Upphiting hjá Neistanum

Uttan nakað stórvegis hóvasták eydnaðist tað leygardaign hjá Neista-kvinnunum at taka øll stigini, tá StÍF vitjaði.
Fyri steðgin var talan kortini ikki um tann heilt stóra munin, men tað mundi standa greitt, at tað var heimaliðið, sum hevði størra yvirskotið.
Og um miðjan seinna hálvleik kom hetta eisini til sjóndar. Úr 16-15 økti heimaliðið í 20-16, og so gjørdist talan ikki aftur um nakran spenning.

Fakta um dystin
Neistin-StÍF 26-20 (12-10)
Málskjúttar
Neistin: Annika Thomsen 6, Annika Ljósstein 4(1), Ása á Neystabø 4, Unn Kragesteen 3, Birita Wardum 2, Nicoleta R. Hansen 2, Gunnvá Brockie 2, Mildrið Jacobsen 1, Kára á Dunga 1, Anna Clementsen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 8(3), Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 3, Ninna K. Johansen 2, Rósa Johansen 1, Elin K. Jacobsen, 1, Sunfríð B. Johansen
Brotskøst: Neistin 1, StÍF 3
Útvísingar: Neistin 1, StÍF 1
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen