Lerwick: Føroysku flogbóltskvinnurnar hava spakuliga fingið status sum veruligir áskoðaramagnetar á ítróttardeplinum við Hickimin í Lerwick. Soleiðis var talan aftur hesa ferð um fullsett áskoðarapláss, tá hálvfinaludysturin móti Jersey var á skránni.
Flogbóltur er ikki tann ítróttargreinin, sum vekir størsta ansin á teimum bretsku oyggjunum, og tó at Jersey hevur víst seg sum tann sterkasta av hesum, so var talan sjáldan um veruliga mótstøðu.
Allar við á vøllinum
Longu fyrstu bóltarnar av fyrsta settinum vóru tekin í bæði sól og mána um, hvønn vegin tað skuldi fara. Føroysku kvinnurnar løgdu hart út. Helen, Gudrid og Herborg skifust um at bómba bóltarnar upp um netið og niður í gólvið, og einasti møguelikin hjá Jersey at fáa stig tóktist vera, tá okkara gjørdu mistøk.
Eins og flestu av undanfarnu dystunum, so vórðu nógvar útskiftingar støðugt framdar í dystinum. Sjálvandi kann hetta merkja nakað fyri rútmuna í spælinum, sum kann gerast trupul at halda. Og sjálvandi kann tað merkjast á liðnum, tá sterkastu profilarnir verða tiknar út eina løtu. Men tað er einki at ivast í, at føroyska liðið eisini er sera sterkt á beinkinum. Og tað at allar fáa spælitíð er uttan iva bæði ein sosialur og ítróttarligur fyrimunur. Serstakliga, um tað í finaluni kann gerast neyðugt við útskiftingum, tá spælarar skulu hava luft, ella um kinkur kemur í spælið hjá okkum.
Hetta seinna hava vit so ikki upplivað enn, men soleiðis sum dystirnir móti Saaremaa plaga at vera, er einki at ivast í, at hetta fer at koma. Og tá verður spurningurin, hvørt okkara hava mentalu og leikligu styrkina til at halda fast um gullmerkini, sum tríggjar leikir á rað eru endað hjá okkum.