Hondbóltsprát
Tað var ein væl nøgdur Hjalmar Klein Olsen, sum vit fingu orðið á eftir sigur hjá VÍF týskvøldið.
Ein sigur, sum kanska hevði ein bíliga bakgrund, men hóast venjarin ásannaði hetta, so helt hann avgjørt, at tað vóru fleiri lutir, sum hann og leikararnir kundu fegnast um.
- Sum so var hetta kanska bara ein upphiting. Tað sigur seg sjálvt, at tá teir mangla Svein og Mihai, so verður tað sera tunt hjá teimum, og teir vóru nokk heldur ikki heilt so uppsettir.
- Men eg haldi eisini, at vit hava nakað at gleðast um. Serliga riggaði verjan væl í løtum, og tann parturin skal vera í lagi leygardagin. Vit royndu eisini við ymsum formatiónnum í verjupartinum, og tað vísti seg, at vit eisini megna hetta. Um tað so skal brúkast leygardagin, fáa vit at síggja, men tað er gott at vita, at vit megna at spæla í fleiri skipanum her.
Og so gjørdi tú eisini nýtslu av einum lítlum trumfi í dag. Kann Áki Olsen verða leikarin, sum lyftir tykkum seinasta pettið móti gullinum?
- Sjálvandi kann hann tað. Eg helt í øllum førum, at hann skuldi sleppa at avprøva skotarmin í dag, og í so máta var avrikið góðkent. Hvussu stóran leiklut hann fær leygardagin, dugi eg ikki at siga, men tað er klárt, at vit vilja geva alt fyri at vinna, og eg ivist ikki eina løtu í, at leikararnir eru uppsettir til dystin, segði altso Hjalmar Klein Olsen at enda.










