Barna- og útbúgvingarmálaráðið skrivar, at allar upphæddir hækka við 3,6 prosentum frá 1. januar 2025.
Fyri lestrarstuðulin merkir hetta til dømis, at tey, sum lesa hægri lestur, nú fáa 5.139 krónur um mánaðin í mun til 4.960 krónur frammanundan.
Samsýningin til fosturforeldur, sum hevur verið 128,77 krónur um samdøgrið hækkar til 133,40 krónur frá 1. januar 2025.











