Gallakvøld
Tað verður aftur GÍ, sum fer at skipa fyri gallaveitsluni hjá fótbóltinum. Kappingarárið endar 22. oktober, og leygardagin eftir hetta stendur so gallaveitslan á skránni. Ein veitsla, har spælarar, dómarar, venjarar og leiðarar annars hava høvi at hittast undir øðrvísi umstøðum enn teimum, sum eru galdandi á vøllinum. Og sjálvandi er tað so eisini kvøldið, har bestu spælararnir hjá kvinnum og monnum skulu heiðrast.
Øðrvísi leistur
Seinastu árini hevur GÍ hildið hetta kvøldið í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, men tann leisturin verður so broyttur nakað í ár.
- Vit vilja í ár royna at skipa kvøldið nakað øðrvísi. Ikki minst, tí vit vilja uppgraderað støðið nakað, um tú kanst siga tað so, sigur Brandur Jacobsen, sum vegna GÍ er ein av teimum, sum fyrireika kvøldið.
- Fyrst og fremst, so verður tiltakið í ár hildið í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tá veitslan hevur verið í Fuglafirði, eru dyrnar lætnar upp fyri almenninginum, tá liðið er nakað út á kvøldið, men soleiðis verður tað ikki í ár. Tað er ein leistur, sum eitt nú hondbólturin hevur nýtt fleiri ferðir, og tað hevur riggað heilt væl, skilst.
- Hartil er so eisini ætlanin, at sjálv fyriskipanin skal vera á einum hægri støði. Talan verður um veruligan galldøgurða, soleiðis at tað alt fyri eitt sæst, at hetta er meira enn eitt vanligt kvøld í býnum, og yvir høvur kanst tú siga, at vónin við hesum er, at øll tey, sum taka lut á kvøldinum, soleiðis fáa eitt enn betri kvøld, enn tey áður hava havt. Eisini hóast hesi hava verið góð, sigur Brandur at enda.