Mikudagin klokkan 15 hevði tingmanning Sambandsfloksins fund, nú løgtingsvalið er farið afturum bak. Talan er um eina eftirmeting av úrslitinum, og tað vánaliga valið, sum flokkurin hevði.
Øll væntaðu jú ein stórsigur til Sambandsflokkin, men hóast flokkurin fekk flestar atkvøður, má staðfestast, at flokkurin dragnaði nógv í valstríðnum.
? Formaðurin hevði eitt vánaligt val í sínum valdømi, og tað hevur ikki gingið væl hjá henni í valstríðnum í sjónvarpinum, sigur Alfred Olsen, sum slær fast, at valið als ikki er nøktandi fyri flokkin eftir teir sera bjørtu spádómarnar fyri nøkrum vikum síðani.
Næstformaðurin vil tó ikki gera nakrar viðmerkingar til, um nýggjur formaður skal finnast áðrenn landsfundin í mars. Hann avsannar tó, at hann er ein av teimum, sum hevur "spískað albogarnar", sum Dimmalætting skrivaði undan valinum.
Kann ikki lastast einsamøll
Tað sást á øllum brøgdum, at Lisbeth L. Petersen var sera vónbrotin eftir valið týskvøldið. Hon hevði stóra persónliga afturgongd og fór úr 1394 atkvøðum niður í 648.
? Flokkurin gekk aftur allastaðni, og tað kann ikki vera formaðurin, sum fær alla ábyrgdina av úrslitinum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Um útsagnirnar hjá næstformanninum sigur Lisbeth L. Petersen, at hann óivað sipar til teir etisku og moralsku spurningarnar, sum vóru umrøddir í sjónvarpinum.
Har varð hon millum annað spurd um skrásett parlag fyri samkynd, og hon ásannar, at hon ikki hevði serliga greiðar útmeldingar á hesum økinum.
Lisbeth L. Petersen vil annars ikki gera nakrar stórvegis viðmerkingar til gitingarnar um formanspostin. Hon sigur, at fyrst skal flokkurin viðgera støðuna innanhýsis, og so skal landsfundurin tala í mars.
Sambandsflokkurin sum flokkur stuðlar annars ikki lógini um skrásett parlag, so at samkynd kunnu liva saman í skrásettum parlagi.
Órættvís vallóg
Sambandsflokkurin fekk annars flest atkvøður, men Tjóðveldisflokkurin við triðflest atkvøðum gjørdist størsti flokkur á tingi.
? Vallógin má broytast. Eitt sindur av rættvísi má vera í býtinum av tingmonnum, sigur Lisbeth L. Petersen, nú tað gjørdist greitt, at flokkurin ikki fekk flest tinglimir, hóast flokkurin fekk flest atkvøður.