Fótbóltur
- Eg var til staðar, tá lutakastið var í Durban fyri einum ári síðani. Og Eysturríki var heilt víst ljóspunktið í hesum. At fáa Frakland fyri triðju ferð og Serbia og Rumenia var ikki akkurát tað, sum vit ynsktu. Men dysturin móti Eysturríki hevur jú eina serstaka søgu, og hetta er avgjørt tann dysturin, sum vit hava sæð fram til.
Soleiðis sigur Jógvan Martin Olsen, tá vit í gjárkvøldið høvdu sett honum stevnu á Hotel Føroyum, har landsliðið nú leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Eysturríki.
Vanliga er uppgávan hjá venjaranum at fáa spælararnar upp á ta mentalu hæddina, har teir kunnu spæla yvir evni. Men eisini tann uppgávan tykist nakað øðrvísi hjá Jógvan Marini hesaferð, enn hon vanliga er.
- Upprunaliga hevði eg roknað við, at mín uppgáva hesa ferð varð at dempa spælararnar eitt sindur, so teir ikki vóru heilt yvirgearaðir. Men tað vísir seg eisini, at tað kanska líka so nógv ræður um at fáa rætt fokus á dystin.
- Onkursvegna er hetta jú ein uppgerð millum føroyska landsliði fyri 18 árum síðani og tað liðið, sum vit hava ídag. Við øllum teimum broyttu fortreytum, sum eru á vøllinum og í sjálvum fótbóltsspælinum, so er tað jú púra burtur við at gera samanberingar av hesum slag.
So tað snýr seg kanska um at fáa spælararnar at lata vera við at hugsa um tað, sum Jens Martin, Kári, Abraham og allir hinir framdu fyri 18 árum síðani.
- Ja, onkursvegna stendur tað jú eftir. Sjálvandi eiga teir allir stóran heiður av tí avrikinum, sum teir hava gjørt. Tað er eingin ivi um, at hetta er toppurin av søguni hjá føroyskum fótbólti, og tað avrikið kemur altíð at standa eftir.
- Men ongantíð betri, enn um vit kunnu bróta tað mynstrið nú leygardagin. Tað hevði verið øgiliga gott fyri føroyskan fótbólt, og tað hevði verið eitt fet rætta vegin, tí vit treingja veruliga til at fáa eitt úrslit, um hetta so er móti Eysturríki, Litava, Serbia ella Rumenia, sigur Jógvan Martin Olsen.
Eru í verjustøðu
Móti Rumenia var nær við, at eitt stig – og harvið eitt framúr úrslit – kom á kontina. Kortini var kritikkurin eirindaleysur um føroyska spælistílin, sum varð sagdur at vera ov keðiligur og ov defensivur.
Tá landsliðshópurin varð úttikin seinast, segði Jógvan Martin Olsen, at hann helt føroyska liðið vera til reiðar at fara longur fram á vøllin. Og møguliga somikið langt fram, sum spælararnir gjørdu tað móti skotum í fjør. Men venjarin slær samstundis fast, at føroyska liðið altíð má kenna sítt pláss.
- Móti Rumenia spældu vit móti nummar 11 á FIFA-styrkislistanum. Hetta saman við veruleikanum, at fleiri spælarar restaðu, bar við sær, at vit valdu eitt sera verjukent útgangsstøði.
- Hesa ferð hava vit so menn sum Fróða, Christian Holst og Arnbjørn við aftur í hópinum, og tí tosa vit um møguleikan at spæla sama konsept, sum vit royndu móti Italia og Skotlandi. Tað ger so, at vit kunnu kontra við eini fýra monnum, heldur enn bara tveimum. Men javnvágin á liðnum verður framvegis ógvuliga kompakt, og tað er eingin ivi um, at tað er stórur munur á liðnum hjá okkum og hjá Eysturríki. Raka teir dagin, og vit ikki gera tað, so kunnu vit fáa bank. Og raka vit dagin, meðan teir ikki gera tað, so hava vit ein møguleika. Men avrikið á vøllinum og innsatsturin eru avgerandi, og so taka vit tað haðani, sigur Jógvan Martin Olsen.










