Uppgerð í Argentina

Tá Nestor Kirchner varð valdur til forseta í Argentina í fjør, lovaði hann at revsa teir, sum stóðu á odda fyri tí harðrenda hernaðarstýrinum, sum ráddi fyri borgum í árunum frá 1976 til 1983.

Hann hevur hildið orð. Fyrrverandi forsetin og einaræðisharrin Jorge Videla situr í húsavarðhaldi, og fleiri av hansara næstu monnum eru í fongsli. Teirra millum innanríkisráðharrin hjá hernaðarstýrinum, Edouardo Albano Harguindeguy, sum bar orð fyri at vera tann mest harðrendi av øllum leiðarunum hjá hernaðarstýrinum. Eitt nú er hann lagdur undir at hava skorið fingrarnar av sínum mótstøðumonnum, og hann syrgdi eisini fyri, at nógvir andstøðupolitikarar vórðu avrættaðir, skrivar Reuters.

Myndugleikarnir í Buenos Aires siga, at teir fara at taka uppaftur fleiri medarbeiðarar hjá hernaðarstýrinum. Hildið verður, at hernaðarstýrið beindi fyri umleið 30.000 argentinum. Tey flestu vóru fólk, sum vóru virkin á vinstravonginum í argentinskum politikki.