Eftir at hava havt summarferiu seinastu vikurnar, byrjaði Dia Midjord aftur í Kringvarpinum. Tó við einari stórari broyting, tí nú er hann kringvarpsstjóri.
- Tað verður spennandi og annaðleiðis. Eg havi ikki havt mína dagligu gongd í Vørsluni, so tað eru ting innan sjónvarpsframleiðslu, eg má seta meg inn í. Annars kenni eg stovnin rættiliga væl, sigur Dia Midjord.
Hann heldur, at tað finnast fýra mátar at kom inn sum stjóri í einari fyritøku. Tú kanst koma uttanífrá í góðum ella í ringum tíðum, og tú kanst koma innan ífrá, somuleiðis í góðum ella ringum tíðum.
- Eg eri so komin innan ífrá, og sum tað er galdandi fyri alt samfelagið, so eru tíðirnar kanska ikki tær bestu í løtuni, sigur Dia Midjord.
Hann hevur ógvuliga drúgvar royndir sum venjari í fótbólti og serliga í hondbólti, og tað liggur ikki so langt frá stjórastarvinum.
- Innan ítrótt mást tú sum venjari saman við leikarunum seta tær eitt mál, sum vit saman miðvíst arbeiða saman fram ímóti. Á sama hátt mugu vit sum fyritøka seta okkum mál í Kringvarpinum, sum vit miðvíst arbeiða fram ímóti, sigur Dia Midjord.
Tað eru nú nakrir mánaðir síðani, at Dia Midjord varð kunngjørdur sum nýggjur kringvarpsstjóri, og hesa tíðina hevur hann nýtt at hugsa seg um.
- Eg havi brúkt tíðina at klekja teir tankar og tey hugskot, sum eg hevði í tonkunum, tá eg søkti starvið, sigur Dia Midjord.
Røttu kanalirnar
Nú hann tekur við, er fíggjarárið meira enn hálvrunnið, so tað verður ikki við brestin, at nýggir tankar og hugskot verða førd út í lívið.
- Tað er ikki so, at tú kanst koma inn sum nýggjur kringvarpsstjóri og seta kollveltandi broytingar í verk beinanvegin. Størri broytingar eru ein longri prosess, sum skal blástemlpast í ringvarpsstýrinum, áðrenn nakað kann verða sett í verk, sigur Dia Midjord.
Onkrar smærri justeringar kunnu tó tillagast beinanvegin.
- Men tað verður ikki soleiðis, at lurtarin ella hyggjarin frá fyrsta degi av fara at merkja, at Kringvarpið hevur fingið nýggjan stjóra, sigur Dia Midjord.
Hann sigur, at hann hevur túsund hugskot, sum hann kundi hugsað sær at ført út í lívið, men fjølmiðlarnir eru ikki rætta staðið at kunngera tey.
- Slíkt má fara gjøgnum røttu kanalirnar, og tað vil siga starvsfólk og stýri mugu hoyra um hugskotini fyrst. Tað kann jú lætt henda seg, at um eg boði frá vítt og breitt hvat eg ætli mær at gera, kann alt lætt verða skotið niður, sigur Dia Midjord.
Allar ætlanir taka tíð, og stovnurin er rættiliga stirvin.
- Tað hevði verið ynskiligt, at stovnurin var meiri liðiligur. Um fólk gera tað sama dag út og dag inn er vandi fyri, at tey renna seg fastan, og tá hevði verið gott, um tey kundu roynt okkurt nýtt, sigur Dia Midjord.
Hann heldur tí, at tað hevði verið ynskiligt við smidligari starvsøkjum.
Landsliðið eitt brand
Eitt, sum fólk elska at øsa seg upp um, er tá sjónvarpið ikki sendir landsdystirnar hjá føroyska A-landsliðnum. Men tað hevur eisini sína frágreiðing.
- Tað er altíð talan um samráðingar um rættindi til hvørja kapping, men vit kunnu koma út fyri, at tað stutt sagt verður ov dýrt at keypa hesi rættindi, sigur Dia Midjord.
Viðhvørt verða rættindini eisini pettað sundur, so samráðast skal til hvønn dyst sær.
- Eg veit, at føroyingum dáma sera væl fótbólt, og at A-landsliðið er vorðið eitt brand, men viðhvørt eru dystirnir so dýrir, at teir koppa øllum, og tað ber jú ikki til, sigur Dia Midjord.
Hann sigur tó, at tey fara at gera alt tey kunna til tess at tryggja, at føroyingar eisini fram eftir sleppa at síggja útidystirnar hjá A-landsliðnum.
- Tað verða væl eisini vit, ið standa fyri upptøkunum, tá landsliðið leikar á heimavølli, so eitt ella annað stað hava hini eisini brúk fyri okkum, sigur Dia Midjord.
Hann hevur tó fyrr avsanna, at hansara fortíð sum ítróttamaður og venjari fara at tryggja ítróttinum betri umstøður í Kringvarpinum.
Hølistrupulleiki loysast
Ein trupulleiki, sum nýggi kringvarpsstjórin fær at dragast við, er tann veruleiki, at stovnurin húsast í tveimum ymiskum hølum.
- Tað er sjálvandi ikki optimalt hjá einari fyritøku við einari leiðslu at húsast undir fleiri tøkum. Tá verður ein partur av starvsfólkinum skorin frá, og tað er eingin ynskistøða. So tað er ein trupulleiki, sum má loysast so ella so, sigur Dia Midjord.
Men hvussu hetta skal loysast, dugir kringvarpsstjórin í løtuni ikki at siga.
- Eg kann illa ímynda mær, at kringvarpsstýrið hevur pening tøkan til at byggja upp í verandi bygning í Sortudýki. Og eg dugi heldur ikki at ímynda mær, at vit kunnu kroysta fleiri fólk inn har uppi, tí vit, sum er, útnytta hvønn krók, sigur Dia Midjord.
Tað verða helst góðar stundir at arbeiða við hesum trupulleikanum, tí tað verður eingin størri yvirháling av skránni í fyrsta umfari.
Tað er jú soleiðis, at nú, eg taki við 1. august, so eru fólk jú farin í holt við at fyrireika vetrarskránna, og tá ber ikki til at gera inntriv í ta prosessina, sigur Dia Midjord.
Sjálvt um nýggi kringvarpsstjórin ikki vil avdúka ov nógv umframtíðina enn, so hevur hann tó onkrar ætlanir í kvittanum, sum hann fegin vil í holt við sum skjótast.
- Eg kundi hugsa mær, at vit fóru meira í dýpdina við tíðindunum. Ikki bert siga frá, hvat er hent, men fara aftur um tíðindini og greiða frá hví og hvørjar avleiðingarnar eru av hendingunum. Seta tíðindini meira í perspektiv. Men um tað skal gerast í sjálvari tíðindasendingini, ella sum ein sending fyri seg, mugu vit finna útav, sigur Dia Midjord.
Má bjóða seg fram
Hann sigur, at royndirnar frá venjarastarvinum kunnu hjálpa honum í stjórastarvinum, men hann heldur eisini, at neyðugt er at gera sum ein politikari.
- Vil tú hava ávirkan, so er neyðugt, at tú bjóðar teg fram at. Eg eri kanska ein, sum hevur rópt nakað hart í gongini, og so havi eg tikið avleiðingarnar, og bjóða meg fram sum kringvarpsstjóra, sigur Dia Midjord.
Tað vóru hansara hugskot og tankar um stovnin, sum fingu hann at søkja, men hann hevur ikki hugsað serliga nógv um, at hann nú verður stjóri hjá fyrrverandi starvsfeløgum.
- Sjálvandi verði eg nú stjóri hjá onkrum, sum eg áður arbeiddi undir, men eg síggi tað bara sum aðrar uppggávur enn áður. Tað verður eisini neyðugt at halda eina ávísa frástøðu, sigur Dia Midjord.
Uppgávan verður í fyrsta umfari at halda hjólini malandi, og so koma broytingarnar so líðandi.
- Arbeiðsuppgávurnar broytast, men tað skal persónurin jú helst ikki, sigur Dia Midjord.
Tað arbeiða í Kringvarpi Føroya umleið 90 fólk í umleið 85 fulltíðar størvum.