Fótbóltur
Klokkan 17 føroyska tíð fer føroyska fótbóltslandsliðið á A. Le Coq Arena í Tallin í Estlandi, har fótbóltslandsdystur skal spælast.
Jógvan Martin Olsen hevur hesar seinastu dagarnar havt tríggjar venjingar við sínum monnum, og hann kann fegnast um, at eingir skaðar gera um seg í hópinum.
Vána vøllur
Størsta høvuðbrýggið hjá landsliðsvenjaranum er kanska, at vøllurin í Tallin ikki er nakað serliga góður.
- Sum eg havi skilt tað, so var vatnflóð her í mars mánaði. Og tað hevur viðført, at vøllurin er illa farin. Og tað er í øllum førum nakað, sum vit mugu laga okkara spæl eftir. Eitt nú verður press-spælið á miðvøllinum sera týdningarmikið, tí roknast kann við, at talan verður um nógvar leysar bóltar. Og so mugu vit sjálvandi duga at veksla millum stutt og langt spæl, so vit í størstan mun sleppa undir trýstinum.
Júst trýstið frá mótstøðuni er nakað, sum er at kalla gerandiskostur hjá føroyska landsliðnum. Og venjarin roknar ikki við, at talan verður um stórt øðrvísi uppgávu hesaferð.
- Vit møta væl einum liði, sum er eina tonn sterkari enn vit, og tí er uppgávan sum so einføld. Vit skulu vera sera væl skipaðir í verjupartinum, og allir menn skulu vera uppi á 100%, um vit skulu koma nøkun lunda heilskapaðir av vøllinum.
Nýggj nøvn
Á úttøkulistanum hesa ferð eru fleiri nøvn, sum lítlar ella ongar royndir hava á landsliðnum. Og hóast Jógvan Martin ikki vil seta nøvn á teir fyrstu ellivu, so bendir alt á, at onkur teirra fyri fyrstu ferð sleppur at byrja inni.
- Tað verður ikki fyrr enn seinnapartin í dag, at eg seti liðið endaliga. Men í nógvar mátar er talan um upplagdar spurningar. Í verjupartinum eru Einar Hansen, Fróði Benjaminsen og Johan Troest Davidsen heilt víst við, og so er spurningurin, um Jónas Tór Næss ella Herbert í Lon vera við frá byrjan, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Á sentrala miðvøllinum stríðast Tem Hansen, Súni Olsen, Kári Nielsen og Høgni Madsen um tvey pláss, og á kantunum skulu tvey pláss býtast millum Christian Høgna Jacobsen, Símun Samuelsen og Jákup á Borg. Og loksins er tað álopsparturin, har Rógvi Jacobsen, Christian Lamhauge Holst og Arnbjørn Hansen eru møguleikarnir, sigur landsliðsvenjarin.