Uppgávan er at styrkja flokkin

Fróði Jacobsen er settur í starv sum politiskur samskipari hjá Javnaðarflokkinum. Endmálið er at gera politiska arbeiðið meira professionelt

Í næstan fýra ár hevur Fróði Jacobsen arbeitt fyrst hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum og síðan hjá báðum ráðunum.
Nú hevur hann søkt um farloyvi í eitt ár, tí hann fer at gera nakað heilt annað.
Fróði Jacobsen skrivaði í gjár undir setanaravtalu við Javnaðarflokkin, ið komandi árið í hvussu er verður arbeiðsgevari hansara.
- Eftir fýra ár í sama starvi er stundin komin at royna nakað annað. Eg havi altíð havt áhugaður fyri politikki, og hesi fýra árini havi eg arbeitt saman við trimum javnaðarpolitikarum, Hans Paula Strøm, Aksel Johannesen og nú John Johannesen, og hevur tað givið mær mót uppá hesa avbjóðingina, sigur Fróði Jacobsen.
Samskiftið fer at fylla nógv íi arbeiðinum hjá Fróða Jacobsen, og tær mest ítøkiligu uppgávurnar verða at fyrireika valstrið, nú tvey val standa fyri.
Javnaðarflokkurin hevur leingi leitað eftir einum fólki at styrkja skrivstovuna hjá flokkinum við, og Fróði Jacobsen var áhugaður.
- Uppgáva hansara verður fyrst og fremst at gera tað politiska arbeiðið meira professionelt, sigur Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Hann fer at fyrireika mál fyri tingfólkini at leggja fyri tingið, gera útrokningar, kanna hvat er gjørt við líknandi mál í øðrum londum o.s.v.
Eisini skal hann samskipa innanhýsis samskiftinum í flokkinum við limafeløg og limir.