Seinnapartin í gjár hevði Føroya Reiðarafelag limafund, har støðan við sáttmálaloysinum millum reiðarar og manningarfeløg var til viðgerðar.
Á hesum fundi fingu reiðarar høvi at siga sína hugsan, og sambært heimasíðuni hjá Reiðarafelagnum bakkaðu teir, sum í fyrsta umfari tóku orðið á fundinum, nevndina í Reiðarafelagnum upp í hennara arbeiði við sáttmálasamráðingunum.
- Men hesin fundur tók eina avgerðandi vend, tá umboð fyri reiðaríið hjá Norðborg boðaði hinum reiðarunum frá, at teir høvdu gjørt undirhondsavtalu við manningarfeløgini um nýggjan sáttmála fyri Norðborg. Hetta kom nevndini og fundinum dátt við, tí hetta er ikki í tráð við tann leist, ið lagt hevur verið upp til í verandi støðu.
Tað sigur Reiðarafelagið á síni heimasíðu eftir limafundin.
Lagt verður aftrat, at við hesi avtalu hava reiðarríið hjá Norðborg og manningarfeløgini frátikið nevndini í Reiðarafelagnum samráðingarrættin.
- Hetta ger, at nevndin í felagnum er komin til ta niðurstøðu, at hennara uppgáva at samráðast vegna limirnar er endað, og at manningarfeløgini heldur ynskja at samráðast við hvørt reiðarí sær.
Á heimasíðu Reiðarafelagsins verður sagt, at henda nýggja støðan ger, at nevndin í felagnum fer at kalla inn til eykaaðalfundar við stytstu freist, har framtíðarstøða felagsins verður til viðgerðar.
- So leingi, sum henda støða er galdandi, frásigur nevndin í Reiðarafelagnum sær uppgávuna at samráðast við manningarfeløgini vegna limirnar. Hetta merkir, at limunum nú stendur frítt at gera sum frægast.
Nevndin í Reiðarafelagnum sigur seg samstundis harmast um, at manningarfeløgini nú ynskja at samráðast við hvørt reiðarí sær.
- Men sjálvsagt fara vit at virða hesa nýggju støðu, sigur Føroya Reiðarafelag á síni heimasíðu eftir limafundin í gjár.