Tað eru 22 umfør eftir at spæla í næstbestu fótbóltsdeildini. Eftir fimm umfør tykist tað rættuliga greitt, hvørji tey bæði feløgini verða, sum næsta ár skulu avloysa tey bæði, ið fara at flyta niður úr Effodeildini.
07 Vestur og AB hava eftir tvey tey fyrstu umførini fulla úrtøku. Tvey onnur feløg hava teoretiskan møguleika at flyta upp. Tey eru Skála og B71. Skála hevur higartil vunnið ein, spæld tveir javnar og tapt tveir dystir, og B71 hevur vunnið ein, spælt ein javnan og tapt tríggjar dystir.
Tað eru tíggju stig frá Skála og fram til tey bæði fremstu, og tað eru ellivu stig frá B71 og fram til tey bæði fremstu.
07 Vestur hevði leygardagin vitjan av B71, og tað var einki at ivast í. Miðskeiðis í 1. hálvleiki var 3-0 til heimaliðið, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. 07 Vestur skoraði bara eina ferð aftrat og vann harvið 4-0.
AB hevði vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og eisini í hesum førinum varð talan um 4-0 heimasigur. Teir í Sundalagnum eiga framvegis fyrsta sigurin til góða, og teir eru aftastir í deildini. AB dúvar upp á teir, sum eru uppvaksnir í felagnum, og hesa ferð vóru allir málskjúttarnir hundrað prosent AB spælarar.
Skála var í Klaksvík í gjár. Har var talan um tætta og spennandi uppgerð, og hóast Skála legði seg á odda í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað teimum næstbestu hjá KÍ at vinna eitt stig burtur úr uppgerðini.
Góða gongdin hjá Víkingi helt fram. Á Svangaskarði vunnu teir úr Eystur kommunu oyggjauppgerðina millum teir næstbestu á Toftum og í Gøtu/Leirvík við 3-0.
Eisini í Gundadali var talan um greiðan 4-0 heimasigur, tá ið teir næstbestu hjá HB høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at HB vann fulla úrtøku.