Tað resta bara tvey stig í hjá vágamonnum og klaksvíkingum, áðrenn uppflytingin er staðfest. Fýra dystir eru eftir at spæla.
Úrslitið í Sørvági var 2-2. Gestirnir av Tvøroyri, við fyrrverandi landsliðskempuni Óla Johannesen sum málverja, vóru á odda í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, men Emil Mikkelsen syrgdi fyri í seinastu løtu, at TB fekk ikki fult.
Høgni Madsen er stóra hetjan í Klaksvík í kvøld. Miðvallarin átti seinasta sparkið í dystinum móti EB/Streymi, og við einum framúrskarandi langskoti tryggjaði hann heimaliðnum øll stigini. Úrslitið var 3-2.
FC Hoyvík er nú nummar sjey. Liðið vann 3-0 á útivølli móti næstbesta liðnum hjá NSÍ. Tony Rasmussen skeyt øll málini hjá gestunum.
Úrslitini í 1. deild í dag:
07 Vestur ? TB 2-2 (1-1)
0-1: Teitur Justinussen, 26.
1-1: Milan Pejcic, 37.
1-2: Joseph Y. Bassene, 85.
2-2: Emil Mikkelsen, 90.
KÍ ? EB/Streymur II 3-2 (2-0)
1-0: Henry Heinesen, 3.
2-0: Steffan Kalsø, 41.
2-1: Poul G. Olsen, 63.
2-2: Andru Poulsen, 76.
3-2: Høgni Madsen, 90.
Víkingur II ? HB II 1-3 (1-2)
0-1: Óli Arge, brotsspark, 20.
1-1: Per Gregersen, 25.
1-2: Tórður Hentze, 35.
1-3: Jógvan Andrias Nolsøe, 56.
B68 II ? AB 0-1 (0-0)
0-1:
NSÍ II ? FC Hoyvík 0-3 (0-0)
0-1: Tony Rasmussen, 64.
0-2: Tony Rasmussen, 72.
0-3: Tony Rasmussen, 90.
STIGATALVAN AFTANÁ 24. UMFAR:
1. KÍ, 52 stig
2. 07 Vestur, 52 stig
3. TB, 44 stig
4. EB/Streymur II, 39 stig
5. HB II, 36 stig
6. Víkingur II, 31 stig
7. FC Hoyvík, 26 stig
8. AB II, 26 stig
9. NSÍ II, 25 stig
10. B68 II, 6 stig