Í kvøld verður 22. leikumfar spælt í 1. deild hjá monnum.
Skála er greitt oddalið í deildini, og hava skálamenn eisini møguleika at endaliga tryggja sær uppflytingina í kvøld. Í løtuni er Skála 14 stig frammanfyri B68, sum er á triða plássi. Um stigamunurin millum hesi liðini verður meira enn 15 stig eftir dystirnar í kvøld, so er uppflytingin hjá Skála støddfrøðiliga tryggjað.
Men um skálamenn skulu tryggja sær uppflytingina í dag, so má ein sigur hálast í hús í kvøld. Tað verður tó helst ein av teimum meira spennandi dystunum, tí at mótstøðuliðið hjá Skála er 07 Vestur, sum er á 2. plássi, 12 stig aftanfyri Skála. Í seinasta umfari eydnaðist ikki 07 Vestur at vinna á heimavølli ímóti B36, sum í løtuni liggur til niðurflyting, og tí eru vágamenn bert tvey stig frammanfyri B68, ið eisini stríðist um at vinna sær seinna uppflytingarplássið.
Júst B36 og B68 hittast í Gundadali. Bæði liðini skavaðu sær stig saman í seinasta umfari, so tí skuldi grundarlag fyri einum góðum og spennandi dysti í Gundadali í kvøld. B36 og B68 hava einaferð fyrr spælt í Gundadali í ár, og tá endaði tað 0-0 ímillum árstalsfeløgini bæði.
Í Klaksvík er eykaliðsdystur, har KÍ og AB hittast. Hesi liðini liggja rættiliga væl fyri í deildini og eru ávíkavist á fimta og fjórða plássi.
Í Runavík eru tað NSÍ og B71, ið bresta saman. Bæði liðini vunnu stig í seinasta umfari, og serliga er vert at leggja til merkis, at B71 vann heili 11-0 á heimavølli ímóti MB.
Síðsti dysturin verður spældur í Leirvík, har Víkingur tekur ímóti MB, sum langt síðani tykist at hava lagt kongin í stríðnum um at yvirliva í deildini. Miðvingarnir hava bara skavað sær tveir javnleikir saman í ár, og hava teir eisini 93 mál inn í 21 dystum. Hetta merkir, at í miðal fara yvir fýra mál inn fyri hvønn dyst hjá MB.
Dystaryvirlit og stigatalvan í deildini sæst niðanfyri:
Klokkan 18: Skála-07 Vestur
Dómari: Kári á Høvdanum
Klokkan 19: B36-B68
Dómari: Bent Tommy Linklett
Klokkan 19.30: KÍ-AB
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
NSÍ-B71 (Klokkutíð ikki upplýst í skrivandi løtu)
Dómari: Alex Troleis
Klokkan 18: Víkingur-MB
Dómari: Bjarki Danielsen
Stigatalvan í deildini undan 22. umfari sæst HER. Vert er at leggja til merkis, at øll liðini hava spælt 21 dystir, undantikið NSÍ og B36, sum hava spælt 20.