Uppflytingarstríðið kann verða avgjørt í kvøld

Við sigri á Vágseiði kann 07 Vestur flyta upp í Effodeildina í kvøld. EB/Streymur flytur eisini upp, um FC Suðuroy ikki vinnur

Felagsliðiði í Vágoynni, 07 Vestur, hevur havt eitt sera sannførandi kappingarár í 1. deild í ár. Eftir 21 umfør hevur 07 Vestur 53 stig, og hetta merkir, at 07 Vestur flytir upp í Effodeildina, um kvøldsins dystur ímóti FC Suðuroy á Eiðinum í Vági verður vunnin.

 

Hol verður sett á 22. umfar í 1. deild longu í kvøld, tá ið FC Suðuroy og 07 Vestur bresta saman klokkan 18 í kvøld. Talan er um dyst ímillum nummar tvey og trý í deildini, men kortini er ilt at kalla dystin ein sannan oddadyst, tí at heili 17 stig skilja liðini áðrenn dystarbyrjan. FC Suðuroy hevur 36 stig eftir 20 dystir, og sostatt eru heili 17 stig upp til uppflytingarplássið.

 

Vinnur 07 Vestur dystin í kvøld, so hava vágamenn 56 stig. Undan dystinum hevur FC Suðuroy saman við B71 spælt ein dyst færri enn hini liðini í deildini, 20 dystir. Tapir FC Suðuroy dystin í kvøld, so hava suðuroyingarnir bert 18 stig eftir at spæla um, og tískil verður tað matematiskt ómøguligt at innheinta 07 Vestur, um FC Suðuroy ikki sum minst fær javnleik.

 

Somuleiðis verður uppflytingin hjá EB/Streymi endaliga staðfest, um FC Suðuroy ikki vinnur í kvøld. EB/Streymur er oddalið við 55 stigum eftir 21 dystir. Endar kvøldsins dystur við javnleiki, so eru 18 stig á muni ímillum EB/Streym og FC Suðuroy. Sostatt hevur FC Suðuroy enn ein matematiskan kjans at innheinta EB/Streym, men sundalagsmenn eru 48 mál framman fyri FC Suðuroy á málúrtøkuni, og hetta verður ómetaliga nógv at innheinta upp á seks dystir - eisini um tað skuldi hent, at FC Suðuroy vinnur allar sínar síðstu seks dystir, meðan EB/Streymur tapir allar sínar síðstu seks. Hetta tykist at vera óhugsandi.

 

Talan er um triðja og síðsta dystin ímillum felagsliðini úr ávíkavist Vágoynni og Suðuroynni í hesum kappingarárinum. Fyrsti dysturin varð spældur har vesturi 19. mars, og endaði hann 2-2. Síðani hittust liðini aftur í Miðvági 11. juni, og tá vann 07 Vestur heili 4-0. Vanligi heimavøllurin hjá 07 Vestur er í Sørvági, men hesin dysturin bleiv spældur á MB-Arena í Miðvági, tí at Countryfestivalur var í Sørvági hetta vikuskiftið.

 

Dómari í kvøldsins dysti er Lars Müller.