Dysturin ímillum B71 og AB, ið var ásettur at verða inni í Dal klokkan 14.00 í morgin, leygardagin 30.10.2021, er fyribils útsettur. Tað boðar B71 frá á Facebook.
- Boð eru komin frá FSF, grundað á íkomnu korona støðu í B71 hópinum, har tveir spælarar eru testaðir positivir og tveir afturat eru farnir í sóttarhald afturat hesum. Vit harmast, men fáa onki annað gjørt enn at halda øll tilmælir til ráðiligt aftur er at fara undir hendan síðsta fótbóltsdystin í árinum. Nærri kunning kemur seinni, um nær spælast skal, boðar Sandoyar Ítróttarfelag B71 frá á Facebook.
Bolt.fo visti í gjár, at støðan var íkomin og tosaði við Karl Vidtfeldt, formann í felagnum. Tá væntaði hann, at dysturin fór at verða útsettur og tað er nú staðfest. Vinnarin av dystinum flytur upp í bestu deildina. AB kann klára seg við javnleiki.