Uppflytingarbrak í dag

(1.deild) 07 Vestur og FC Suðuroy bresta saman í dysti um uppflyting

22. umfar er á skránni í 1.deild hjá monnum í dag. Mest spennandi dysturin er í Sadavági, har 07 Vestur tekur móti FC Suðuroy. Hetta er nummar trý og nummar tvey í landskappingini. Bæði liðini stríðast fyri at røkka øðrum plássinum, sum gevur atgongd til Effo-deildina komandi ár.

 

Í løtuni hevur FC Suðuroy munin við einum stigi, men tað kann vera broytt, tá Petur Reinert hevur bríkslað fyri seinastu ferð.

 

Í Gundadali er grannauppgerð millum HB og B36. HB stríðist fyri at bjarga sær lívinum í næst bestu deildini og liggur næst aftast. Støðan í B36 er væl betri og enn lúrir møguleikin fyri at fáa heiðursmerki.

 

1. deild menn:

 

22. umfar

07 Vestur – FC Suðuroy: Petur Reinert kl. 15.00

HB – B36: Hallur Christiansen kl. 15.00

EB/Streymur – NSÍ: Kári á Høvdanum kl. 17.00

AB – KÍ: Vinjard Dam kl. 15.00

TB – Víkingur: Rói Jacobsen kl. 15.00

 

Støðan:

1. TB 59 (Stig)

2. FC Suðuroy 37

3. 07Vestur 36

4. B36 31

5. NSÍ 28

6. AB 27

7. Víkingur 22

8. KÍ 19

9. HB 17

10. EB/Streymur 16