Uppflyting stendur upp á spæl

17. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin í dag. Í stríðnum um uppflyting verður lyklauppgerð á Argjum, har TB vitjar. Fyrsta bríkslið hjá Eileri Rasmussen verður klokkan 18. AB er á øðrum plássi við 36 stigum, og TB er nummar trý við 35 stigum. Tá ið hesi bæði iðini í 5. Umfari tókust í Suðuroy vann AB 2-0.

Tølini siga, at toppliðið, FC Suðuroy, er favorittur, tá ið næstbestu víkingarnir seinnapartin fara at vitja á Vágseiði. Men tað kann vera, at tað verður torførari hjá heimaliðnum, enn stigatalvan kundi bent á. Víkingur hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar, og tað endaði 1-1, tá ið FC Suðuroy í 5. umfari vitjaði í Leirvík.

 

17. umfar

Skála-07 Vestur: Jóhann í Króki kl. 15.00

AB-TB: Eiler Rasmussen kl. 18.00

HB-FC Hoyvík: Birgir Sondum kl. 16.00

FC Suðuroy-Víkingur: Bent Tommy Linklett kl. 15.15

NSÍ-EB/Streymur: Alex Troleis kl. 18.00

 

Støðan

FC Suðuroy 37

AB 36

TB 35

NSÍ 25

Skála 24

Víkingur 21

HB 17

FC Hoyvík 17

EB/Streymur 15

07 Vestur 0

FC Suðuroy ogTB hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir