Uppflyting er á skránni

Leygardagin var møguleiki fyri, at 07 Vestur og KÍ ella annað av feløgunumkundi vinna sær uppflyting til bestu deildina. Tað eydnaðist ikki, tí TB greiddi 2-2 í Sørvági. Í kvøld er aftur eitt umfar í 1. deild á skránni, og tá ið triði síðsta umfarið verður lokið, er tað aftur møguleiki fyri, at tað verður greitt, hvør annar og kanska báðir uppflytararnir til bestu deildina verða.

KÍ er topplið, og klaksvíkingar eru á Tvøroyri, at TB bíðar á Sevmýri. Møguleikin hjá TB at flyta upp er mest sum fokin, men við sigri á KÍ kunnu tvøramenn syrgja fyri, at avgerðin um uppflyting verður útsett nakrar dagar.

07 Vestur skal spæla í høvuðsstaðnum, har tríggir dystir verða í kvøld. Vágamenn, sum søgdu seg ikki at vera nøgdar við egið avrik leygardagin ímóti TB, kunnu við stigi ímóti teimum næstbestu hjá HB tryggja sær uppflytingina.

Tað er longu greitt, at B68 og AB fara at flyta niður, og tí er talan um stríð um keisarans skegg, tá ið AB fær vitjan av Víkingi, og tá ið FC Hoyvík fær vitjan av B68. Í Streymnesi er væl upplagda heimaliðið favorittur ímóti NSÍ.

 

 

1. deild í dag

HB-07 Vestur: Alex Troleis kl. 17.30

TB-KÍ: Birgir Sondum kl. 17.30

FC Hoyvík-B68: Johan P. Michelsen kl. 17.30

AB-Víkingur: Bent Tommy Linklett kl. 17.30

EB/Streymur-NSÍ: Rói Jacobsen kl. 17.30

 

Støðan

KÍ 52

07 Vestur 52

TB 44

EB/Streymur 39

HB 36

Víkingur 31

FC Hoyvík 26

AB 26

NSÍ 25

B68 6