Uppflyting er á skrá í Sandavági

07Vestur og B68 eru seinnapartin partar av avgerandi uppgerð um uppflyting

Fjórði síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Skála, sum longu hevur tryggjað sær pláss í fremstu røð næsta kappingarár, fær vitjan av AB. Næstbesta liðið hjá argjamonnum hevur staðið seg ógvuliga væl. AB hevur góðan møguleika at vinna heiðurskrónur.

 

Í Sandavági fær 07Vestur vitjan av B68. Hesi bæði liðini kappast um seinna uppflytingarplássið. B68 hevur 44 stig, og 07Vestur hevur 42 stig. 18. apríl vann 07Vestur 1-0 á heimavølli ímóti B68. Tá ið liðini hittust á Svangaskarði 14. juni, var úrslitið 2-2.

Møguleikin hjá B36 at varðveita plássið í deildini er millum lítil og eingin. Í dag fær B36 vitjan av B71, sum kappast við KÍ um fimta plássið. Hjá klaksvíkingum hevur tað verið soltið seinastu ferðirnar. Í dag er KÍ stórfavorittur ímóti MB.

Næstbestu liðini hjá Víkingi og NSÍ skulu í skugganum av steypafinaluni í gjárkvøldi spæla grannauppgerð í Leirvík.

 

Í dag 

07Vestur-B68: Petur Reinert kl. 15.00

B36-B71: Johan Petur Michelsen kl. 15.30

Skála-AB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Víkingur-NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen

KÍ-MB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

Støðan

Skála 58

B68 44

07Vestur 42

AB 42

KÍ 33

B71 33

Víkingur 28

NSÍ 24

B36 14

MB 2

NSÍ og B36 hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir