Uppflytari vitjar meistaran

Meistararnir í EB/Streymi fáa seinnapartin vitjan av uppflytarunum í 07 Vestur. Rúni Nolsøe er nýggjur venjari hjá felagsliðnum í Sundalagnum, og longu undan fyrsta umfari hava Rúni og EB/Streymur vunnið fyrsta steypið.

 

Í stórsteypadystinum ímóti Víkingi var nýggi miðverjin Rógvi E. Nielsen ikki tøkur. Tá var Pætur Dam Jacobsen miðverji. Rógvi er heldur ikki tøkur ímóti gamla felagið sínum, 07 Vestur.

 

Síðsta vikuskifti spældi 07 Vestur venjingardyst í Gundadali ímóti B36. Rúni Nolsøe var millum áskoðararnar, og tað var skjótt at staðfesta hjá honum og hinum, at setningurin hjá 07 Vestur á útivølli oftast verður at halda tørn um javnleikin.

 

-Vit hava gott mót, og vit ætla okkum at varðveita plássið í deildini, sigur 07 Vestur venjarin Piotr Krakowski. Nýggir á liðnum hjá honum í dag eru eitt nú málverjin Andras Gango, miðvallarin Evrard Blé og álopsspælarin Camara, sum í fjør var partur av B68 hópinum, men orsaka av skaða ongantíð spældi í landskappingini.

 

Hóast EB/Streymur sjálvsagt má roknast at vera stórfavorittur á heimavølli ímóti 07 Vestur, so siga tølini, at tað ikki altíð tíðliga í kappingini roynist so væl hjá EB/Streymi. Í fjør megnaði KÍ í fyrsta umfari 1-1 við Margáir. Ransin N. Djurhuus verður dómari við Margáir, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16 í morgin.