Uppflytari vitjar FM vinnara

Kvinnur: Triðisíðsta umfar verður seinnapartin í dag

KÍ og EBS/Skála kappast um at vinna FM heitið. Síðsta vikuskifti endaði toppdysturin við Margáir 2-2. KÍ er tvey stig undan kappingarneytanum, og eftir javnleikin við Margáir varð sagt, at nú var KÍ stórfavorittur at endurvinna FM heitið, tí skráin tað, ið var eftir at kappingini, var lættari hjá KÍ enn hjá EBS/Skála.

 

Í dag er 19. umfar av 21. KÍ eigur heimavøll ímóti uppflytarunum í 07 Vestur, sum síðsta vikuskifti taptu 3-2 á heimavølli ímóti B36.

 

EBS/Skála skal spæla á útivølli ímóti NSÍ, sum er á bronsuplássi, men sum hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar – 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi og 3-1 á útivølli ímóti HB.

 

Víkingur fær vitjan av HB. Hesi bæði liðini kappast um fjórða plássið, og tey hava bæði framvegis møguleika at vinna bronsuplássið.

 

B36 hevur tvær tær síðstu ferðirnar spælt málleysan javnleik á heimavølli ímóti EBS/Skála og vunnið 3-2 í Sørvági. Í dag fær B36 vitjan av uppflytarunum í AB/B71, sum framvegis bíða eftir fyrsta stiginum.

 

 

 

KÍ – 07 Vestur: Leivur Zachariasen kl. 15.00

 

Víkingur – HB: Dávid Waag Sjóstein kl. 14.15

 

NSÍ – EBS/Skála: Henning E. Joensen  kl. 17.00

 

B36 – AB/B71: Ronni Granddal kl. 18.30